Føroyar og Grønland skrivaðu mikudagin undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2022.
Seinastu árini eru fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Grønland útbygdar munandi, har serliga avtalan fyri 2021 hevði við sær eina stóra øking í sínámillum kvotabýtinum.
Londini eru á fundi í Keypmannahavn 1. desember 2021 blivin samd um at halda fram við hesum góða samstarvinum, og at fiskiveiðiavtalan fyri 2022 verður á at kalla sama støði sum í 2021.
Einasta broytingin í avtaluni fyri 2022 í mun til 2021 er, at atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska teirra NEAFC kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi lækkar við góðum 1.000 tonsum.
??rslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2022 kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi. Brosmukvotan verður 475 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 225 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 eru 6.500 tons av norðhavssild og 14.700 tons av svartkjafti. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 4.076 tons í 2022, sum eru góð 1.000 tons minni enn í 2021.
Viðvíkjandi eftirlitsmálum vóru londini samd um, at Føroyar og Grønland í komandi ári skulu fara undir at gera eina avtalu um talgildar fráboðanir frá skipunum. Føroyar hava gjørt avtalur við Noreg, Ísland og Russland um hesi viðurskifti.
Samráðingarnar vóru á grønlendsku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald