Politikkur

Føroyar og Grønland kunnu samstarva á náttúru- og umhvørvisøkinum

...

2016-12-01 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóast fyritreytirnar á nógvar mátar eru ymiskar hava Føroyar og Grønland fleiri felags avbjóðingar. Tí kunnu bæði londini fáa gagn av at samstarva á náttúru- og umhvørvisøkinum. Tað eru landsstýriskvinnurnar Sirið Stenberg og Suka K. Frederiksen samdar um eftir fundin fyrrapartin.

Á fundinum umrøddu tær báðar mál av felags áhuga. Sirið Stenberg greiddi millum annað frá um grønu kósina, sum samgongan hevur sett út í kortið og um at Føroyar hava tikið undir við altjóða veðurlagsavtaluni, tann sonevnda París-sáttmálan. Eisini skiftu landsstýriskvinnurnar orð um avbjóðingarnar við øktum mongdum av plastikki, sum dálkað høvini og mikroplast, sum enda í fiski og øðrum havdjórum.

Á ferðini í Føroyum hevur grønlendska landsstýriskvinnan Suka K. Frederiksen millum annað umrøtt stjórnarskipanina við løgmann og vitjaði somuleiðis SEV, áðrenn hon við fylgi fór av landinum aftur seinnapartin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder