Vinna

Føroyar og Grønland gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2015

...

2014-12-05 18:51 Author image
placeholder

Føroyar og Grønland hava í dag skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2015. Avtalan er lítið broytt frá 2014, tó eru nøkur ótroytt rættindi tikin úr avtaluni.


Føroyskum skipum verður loyvt at fiska í mesta lagi 355 tons av toski við Eysturgrønland og føroysku svartkalvakvoturnar við Eystur- og Vesturgrønland verða ávikavist 275 og 100 tons.

Grønlendskum skipum verður hinvegin loyvt at fiska 2.100 tons av sild í føroyskum sjógvi, og Grønland fær atgongd at fiska 5.500 tons av svartkjafti, sum Grønland hevur fingið tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.


Føroyska royndarkvotan eftir 100 tonsum av rækjum fellur burtur, eins og 60 fiskidagar, sum Grønland eigur undir Føroyum, eru tiknir úr avtaluni.

Føroyar og Grønland vilja framhaldandi samstarva um tann limaskap, sum londini hava í altjóða fiskiveiðifelagsskapum, og samstarvið um umsiting av felags fiskastovnum heldur fram. Eisini vilja partarnir framhaldandi fremja samstarv millum føroyskar og grønlendskar fiskivinnufyritøkur.

Hóast avtalan millum Føroyar og Grønland ikki er stór í vavi, hevur hon framvegis stóran týdning fyri samstarvið landanna millum.

Kelda: Fiskimálaráðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder