Politikkur

Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2017

...

2016-12-08 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar og ES skrivaðu tann 7. desember undir avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2017. Avtalan er ikki nógv broytt í mun til avtaluna í fjør, men nakrar broytingar eru framdar.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum er økt upp í góð 38.000 tons í samsvari við lutfalsligu hækkingina av heildarkvotuni av makreli. Føroyar varðveita samstundis somu atgongd og kvotu av svartkjafti, soleiðis at føroysk skip komandi ár hava møguleika at fiska góð 30.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi. Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður óbroytt, soleiðis at partarnir kunnu fiska 6.000 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so hækkar kvotan av hvítingsbróðri upp í góð 9.000 tons, meðan kvotan av brislingi lækkar niður í 1.000 tons, av tí at ICES mælir til eina munandi lægri veiðu í ár og næsta ár. Føroyska kvotan av sild í Skagerak verður 400 tons komandi ár, og føroysk skip kunnu veiða 200 tons av sild í ICES øki 4a í Norðsjónum.

Viðvíkjandi kvotum hjá ES í føroyskum øki verða kvoturnar av upsa, blálongu og kongafiski lækkaðar nakað í 2017, meðan aðrar kvotur av toski, hýsu, flatfiski og øðrum fiskasløgum verða óbroyttar.

Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við elektroniskar fráboðanir av veiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder