Ítróttur

Føroyar nummar 103 á FIFA-listanum

...

2015-01-08 19:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur sett met á styrkislistanum hjá FIFA, og er nú nummar 103 í heiminum.

Á seinast dagførda styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, hevur føroyska A-landsliðið við monnum flutt seg eitt pláss rætta vegin, og er nú nummar 103 í heiminum.

Serliga er tað sigurin á Grikkalandi, ið hevur havt við sær, at føroyska liðið í seinastuni hevur flutt seg upp eftir listanum.

Næsti dystur hjá A-landsliðnum við monnum verður tann 29. mars, tá Rumenia, sum í løtuni er á 15. plássi FIFA-styrkislistanum, tekur ímóti.

Topp 10:
1. Týskland
2. Argentina
3. Kolumbia
4. Belgia
5. Holland
6. Brasil
7. Portugal
8. Frakland
9. Spania
10. Uruguay
---
13. Ongland
15. Rumenia
24. Grikkaland
30. Danmark
33. Ísland
44. Svøríki
45. Ungarn
47. Norðurírland
67. Noreg
70. Finnland
103. Føroyar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder