JN

Føroyar ímóti Kosovo 3. juni

...

2016-04-30 15:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Um ein góða mánaða, fríggjadagin 3. juni, fer føroyska A-landsliðið væntandi at skriva søgu, tá Føroyar og Kosovo møtast í venjingardysti í Frankfurt í Týsklandi.

Í løtuni er Kosovo ikki limur í hvørki UEFA ella FIFA, men á næstu fundum hjá felagsskapunum, ið verða ávikavist 3. mai og 13. mai, fær Kosovo væntandi limaskap.

Sostatt verður tað allarhelst ímóti Føroyum, at Kosovo spælir sín fyrsta altjóða A-landsdyst.

Kortini hevur landsliðið hjá Kosovo spælt onkran óalmennan landsdyst, og her fyri spældu teir javnleik 2-2 ímóti Albania, sum fyrireikar seg til EM-endaspælið í Fraklandi í summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder