Danmark hevur valt at styrkja um hernaðarligu átøkini í Irak og Sýria, men Føroyar eru ikki spurdar um eina støðutakan. Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, heldur at hetta er skeivur framferðarháttur.
- Vit kunnu ímynda okkum, at Merkið fer at veittra uttan fyri donsku sendistovuna í Damaskus og staðfesta Føroyar sum krígsherjandi tjóð, hóast vit ongantíð formliga hava tikið undir við hesum, segði Magni Arge í fólkatingssalinum í gjár, tá styrktu átøkini vóru fyri í fólkatinginum.
Uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005, sum ásetir, at Føroyar skulu spyrjast, tá talan er um uttanríkis- og trygdarpolitisk mál av týdningi, hevur aftur spælt fallitt. Tað er eingin ivi um, at hernaðarátøk eiga at vera umfatað av hesi áseting, um tey verða framd eisini í navni Føroya, men tað hevur uttanríkismálaráðið í Danmark blankt víst aftur, sigur Magni Arge.
Magni Arge mælir til, at hendan ójavnvágin verður rættað sum skjótast, so tað verður staðfest, at bara Føroya Løgting kann taka støðu til, um Føroyar taka lut í hernaðarligum átøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald