HSF: Føroysku U19-kvinnurnar eru í finaluni í Challenge Trophy kappingini, sum verður leikt í Tblisi, Georgia, í hesum døgum. Liðið vann hálvfinaluna 25-18 móti Lettlandi í dag eftir 11-6 í hálvleikinum. Føroyska liðið byrjaði heldur trilvandi og var aftanfyri 0-2, men spældu tær seg síðani upp við góðum málmansspæli frá Margit Weihe Frímundsdóttir og fleiri skjótálopum.
Hóast spælið ikki var so sannførandi í seinna hálvleiki, so megnaðu føroysku U19-kvinnurar at vinna dystin 25-18. Hjá Føroyum vóru serliga eyðsýndar, málverjin Margit Frímundsdóttir og Magna Tórðardóttir, sum fekk fleiri góð mál á høgra vongi.
Dagsins leikari var vald Magna Tórðardóttir.
Finalan móti versttjóðini Georgia verður í morgin kl. 14.00 føroyska tíð. Finalan kann stroymast her:
http://womenstrophy.ge/
Málskjúttar hjá Føroyum í dag:
Magna Tórðardóttir 6, Tóra Eliasen 5, Guðrið Poulsen 4, Siw Matras Larsen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Hanna H. Hansen 1, Beinta Bárðardóttir 1, Kristina Poulsen 1, Gunnfríð P. Nólsoy 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald