Føroyska A-landsliðið er komið í bólk B í Emerging Nations Cup saman við Írlandi og Georgia. Kappingin verður leikt í Kosovo í býunum Pristina og Gjokova frá 20. ??? 26. juni. Leikt verður í 6 bólkum við trimum liðum í hvørjum bólki. Vinnararnir úr bólkunum koma víðari í fjórðingsfinalur saman við tveimum teimum bestu tveyarunum.
Bólkabýtið sær soleiðis út:
A ??? Kina, Bulgaria, Albania
B ??? Írland, Georgia, Føroyar
C ??? Malta, Kosova, India
D ??? Lettland, Uruguay, Moldova
E ??? Estland, Kamerun, Andorra
F ??? Stóra Bretland, Armenia, Avstralia
Føroyar spælir fyrra dystin í bólkaspælinum 21. juni móti Írlandi og seinna dystin 22. juni móti Georgia. Føroyar hevur áður dystast við hesi liðini ??? hetta var í Challenge Trophy í 2012, tá Føroyar vann 30-20 móti Írlandi og 23-21 móti Georgia. Georgia hevur tó luttikið í undankappingunum síðan tá og hava fingið fleiri góð úrslit, har teir m.a. hava vunnið á Estlandi, Luksemburg, Finnlandi, Turkalandi og Litava.
Landsliðsvenjararnir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, fara at taka 14 mans út til kappingina eftir venjingarnar komandi vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald