Føroyingar hava eftirhondini ofta prógva, at vit kunnu verða við í altjóða ítrótti. Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum prógvaði tað í teimum dystum ímóti Grikkalandi og okkara dugnaligu ítróttarfólk á Oyggjaleikunum vístu tað eisini.
Í stóran mun eru tað sjálvboðin, ið standa handan ítróttini í Føroyum og tað er allan heiður vert. Sjálvboðin lyfta mangan har tað almenna ikki kann.
Tó er tað ein sannroynd, at tað almenna má traðka til av og á. Serliga hvat hølisviðurskiftum og tílíkum viðvíkur.
Eitt greitt mál innan ítrótt í Føroyum eigur at verða at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya skjótast gjørligt. Vit hava verið nær við herfyri, men máttu trekkja umsóknina aftur. Tað má ikki henda aftur.
Tí eiga vit at gera hvat vit kunnu, til tess at fáa leikirnar aftur til okkara at standa fyri.
Vit hava prógva fyrr, at um okkurt serligt stendur fyri framman, ið fer at hava eina stóra innrás av fólki við sær, so megna vit uppgávuna saman. Sólarmyrkingin er seinasta dømi um tað. Tá fór eitt megnar átak fram allastaðni frá og uppgávan bleiv loyst til UG!
Lat okkum standa saman um at fáa Oyggjaleikir aftur til okkum sum vertstjóð. Tá vit stinga okkurt út í kortið, so megna vit tað!
???Sólvit E. Nolsø
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald