Politikkur

Føroyar fáa somu kredittmeting

...

2021-08-06 10:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í juni 2021 hevði ratingfyritøkan Moody???s netfundir við landsstýrið, andstøðuna og Landsbanka Føroya, og í gjár gjørdi Moody???s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody???s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvussu lága rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina

  • at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
  • at Føroyar hava eitt høgt minstagjaldføri, ið minkar um endurfíggingarváðan. Minstagjaldførið er í 2021 3,3 mia. kr.
  • at, hóast undirskot eru á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av Covi-19, so vil skuldin í mun til rakstrarinntøkurnar hjá landskassanum venda aftur til at vera fallandi næstu árini
  • at sannlíkindini fyri at Danmark veitir hjálp um neyðugt, eru stór

Frágreiðingin hjá Moody???s kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder