Politikkur

Føroyar fáa sendistovu í Moskva

...

2013-12-20 19:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjøtul kann nú setast á arbeiðið at seta eina føroyska sendistovu á stovn í Moskva. Løgtingið hevur samtykt at seta tvær millionir krónur av til sendistovuna í Moskva komandi ár.

-
-Hetta er ein stórur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitik. Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond. Málið er at fáa sendistovuna at virka í komandi ári, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Føroyar hava í dag sendistovu í Keypmannahavn, London, Reykjavík og Brússel. Sendistovan í Moskva verður sostatt fimta sendistova Føroya úti í heimi.
Mynd: Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri Russlands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder