Føroyar vunnu í dag hálvfinaluna í Emerging Nations Championship móti vertslandinum Kosovo. Endaliga úrslitið gjørdist 31-23, eftir 13-11 í hálvleikinum.
Dysturin var tó javnari enn úrslitið bendir á. Liðið fylgdust at byrja við, men okkara vunnu seg tó nøkur mál framum í fyrra hálvleiki. Kosovo fór tíðliga í dystinum at mansverja Áka Egilsnes, sum var rættiliga eyðsýndur í byrjanini av dystinum. Hetta riggaði partvís og vunnu Kosova seg innaftur í dystin. Høllin var á gosið hvørja ferða Kosovo skoraði og var buha tá Føroyar var í álopi. Kosovo var á odda 21-20, men so steðgaði uppá hjá teimum. Teir knekkaðu og okkara runnu teir niður seinastu 10 minuttirnar. Mikkjal Hansen kom inn í málið tá 20 minuttir restaðu, og stóð hann sum ein múrur og var við til at lukka dystin til okkara fyrimuns.
Hjá Føroyum vóru serliga Tróndur Kragesteen og Hans Eli Sigurbjørnsson eyðsýndir í álopinum, meðan Tony Weyhe og Rókur Akralíð aftur gjørdu sítt í verjupartinum.
Presidenturin í IHF, Dr. Hassan Moustafa, presidenturin og aðalskrivarin í EHF, Jean Brihault og Michael Wiederer vóru og hugdu eftir dystinum. Jean Brihault hevði á máli eftir dystin, at føroyska liðið er gott og spælir góðan hondbólt.
Finalan verður móti Lettlandi í morgin kl. 16.30 føroyska tíð.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Hans Eli Sigurbjørnsson 9 (2)
Tróndur Kragesteen 5
Áki Egilsnes 5
Rókur Akralíð 4
Rósing Rasmussen 2
Andrias Eriksen 2
Tony Weyhe 2
Allan Norðberg 1
Kjartan Johansen 1
Málmenn - bjargingar
Bartal T. Kamban 28%
Mikkjal Hansen 58%
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald