Føroyar vann dystin í dag móti Kamerun 26-21 eftir 13-11 í hálvleikinum.
Okkara komu framum beinanvegin, men fingu aldrin ryst Kamerunarnir av sær. Munurin lá fyri tað mesta millum 2 4 mál, men sigurin var ikki tryggjaður fyrr enn seinastu minuttirnar.
Hjá Føroyum vóru serliga eyðsýndir Tony Weyhe, sum megnaði at takla og halda stóru og kraftigu kamerununum, meðan Hans Eli Sigurbjørnsson var sera tryggur í álopinum ogbrotskøstunum. Føroyingarnir brendu annars heldur illa og var skoringsprosentið heldur lægri enn í undanfarnu dystum. Bartal Kamban hevði lisið væl uppá mótstøðumennirnar og hugt eftir video av Kamerun. Hann stóð sera væl og hevði ein bjargingarprosent uppá 47 %.
Í morgin verður hálvfinalan, har okkara møta vinnaranum av dystunum millum Kosovo og Estland.
Málskjúttar:
Hans Eli Sigurbjørnsson 8 (3), Áki Egilsnes 5, Tony Weyhe 4, Allan Norðberg 3, Tróndur Kragesteen 3, Rókur Akralíð 2, Jóannes Prestá 1
Málmaður - bjargingar:
Bartal Kamban 47 %
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald