Ítróttur

Føroyar bardust væl móti russisku bjørnini

...

2015-03-16 02:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað føroyska landsliðið hjá U17 hjá gentum spældi sín seinasta dyst í hesum undarumfarinum, sum í vikuskiftinum hevur verið leikt í Havn. 

Sigast kann, at tær føroysku genturnar bardust væl, og vístu russiksu gentunum, at tær ongan lættan sigur skulda fáa, einu løtuna í fyrra hálvleiki var føroyska liðið eisini frammanfyri. Men so við og við, fekk Russland betri taka á dystinum, og vístu eisini góða spælið, sum tær eisini hava víst fyrr í kappingini. Hálvleikstøðan var 8-11 til Russland. Russland vann dystin 15-23. - Flott U17-gentur!

Til samanberiningar vann Russland 34-17 móti bæði Kekkia og Íslandi.

Sí myndir frá dystinum her, sum Jens Kr. Vang tók fyri portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder