Ítróttur

Føroyar á veg uppeftir

...

2016-02-08 18:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

EHF hevur kunngjørt styrkilistan yvir hondbóltstjóðir í Evropa fyri 2015. Føroyar liggja í løtuni á nr. 34 av 45 hondbóltstjóðum. Listin byggir á samlaða virksemi og úrslitini hjá monnum, kvinnum og ungdómslandsliðum.


Hjá kvinnunum liggja Føroyar nr. 33 av 40 londum. Kvinnurnar lógu eisini nr. 33 í 2014 og standa sostatt í stað.

Hjá monnunum liggja Føroyar nr. 40 av 46 londum. Menninir hava klintra tvey pláss eftir at teir lógu sum nr. 42 í 2014.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder