Stórur áhugi er fyri Føroya vakrasta hálvmaratonni og longu nú er útselt hóast markið fyri luttakarum er flutt úr 300 luttakararum í fjør til 500 luttakarar í ár.
Tó ber enn til at luttaka í fólkaheilsurenningini, ið verður samstundis sum hálvmaratonrenningin. Teinurin er góðar 6 km frá flogvøllinum til FK í Miðvági. Tekning fer fram á staðnum. Startnummur kunnu heintast á flogvøllinum frá kl. 11:00 og eftir ætlan byrja vit kl. 11:30.
Hetta er fjórða árið á rað at skipa verður fyri hálv maraton renning í Vágum. Luttakaratalið fyrstu tvey árini lá um knap100 rennarar. Eins og í fjør verður skipað fyri gangi hálvmaraton har ein partur av luttøkugjaldinum fer til Krabbameinsfelagið. Tað gleðir fyrireikarnar, at so nógv hava teknað seg til gangi hálvmaraton og harvið stuðla virkseminum hjá Krabbameinsfelagnum.
Tað er Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum við hollum stuðli frá høvuðsstuðlunum Hiddenfjord og FAE, umframt stuðuli frá FK í Miðvági og EUR Express, og ikki minst øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum.
Fyriskiparanir vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum, leygardagin 2. september, tá 500 fólk fara at ganga og renna úr Gásadali til Sandavágs, at stuðla teimum sum luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald