Tíðindaskriv: Føroya vakrasta hálv maraton
Aftur í ár skipar ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri eini hálv maraton renning leygardagin tann 2. september. Teinurin runnið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.
Tað var í 2014, tá Ítróttarfelagið Frælsi hevði 10ára ársdag, at skipa varð fyri fyrsta hálv maraton renningini í Vágum. Undirtøkan seinastu trý árini hevur verið serstakliga góð og í fjør var met stór luttøka, at neyðugt varð at lukka fyri fleiri tilmeldingum tá komið var uppá 300 luttakarar. Stóri áhugin fyri Føroya vakrasta hálv maraton hevur ført við sær, at avgerð er tikin um at í 2017 verður markið sett við 500 luttakarar.
??tlendingar eru eisini farin at geva Føroya vakrasta hálv maraton ans við at fleiri tilmeldingar til renningina í ár longu eru komnar og fleiri eru væntandi. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar í Vágum, har byrjað verður í Gásadali og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Kommunurnar í Vágum hava víst stóra vælvild og hjálpsemi, eins og Vága Floghavn, Hiddenfjord, FK í Miðvági og EUR express hava stuðlað Føroya vakrasta hálv maraton.
Eins og í 2016 verður møguligt bæði at ganga og renna hálv maraton. Tó verður ein broyting gjørd, soleiðis at tey sum ganga byrja 1 tíma áðrenn, so bæði gangarar og rennarar koma á mál nøkunlunda samstundis. Rutan hjá teimum sum ganga verður tann sama sum hjá rennarunum. Tað vil siga, at í mun til í fjør verður ikki gingið upp um ???fjallið??? úr Vatnsoyrum til Miðvágs, men eftir landsvegnum fram við Vatnið. Eins og í fjør verður vegurin stongdur í ein og ein hálvan tíma, frá kl. 11.30 til 13.00.
Tey sum ætla sær at ganga hálv maraton møta kl. 8.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði og fara við bussum til Gásadals kl. 9.15 og byrja at ganga kl. 10.00. Rennarnir møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Av Giljanesi verður farið við bussi til Gásadals kl. 10.15, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur. Møguligt verður hjá øllum luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar gangarar og rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram við vegnum sum fara at heppa á tey tá teinurin í støðum kann vera eitt sindur tungur.
Tilmeldingin fer fram inni á heimasíðuni hjá FíF renn.fo. Tey sum melda seg til í seinasta lagi mikudagin 2. august gjalda 275kr, eftir hetta verður luttøkugjaldið 300kr. Tað er møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 31. august á midnátt um ikki er komið uppá 500 luttakarar, tá lukkað verður fyri tilmelding.
Luttakarar sum renna hálv maraton og sum tekna seg í seinasta lagi 2. august fáa eina renni blusu. Luttakarar sum ganga hálv maraton lata, eins og í fjør,100kr av luttøkugjaldinum til Føroya krabbameinsfelag.
Ongar broytingar verða gjørdar á tilmeldingini eftir 31. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald