Leygardagin 3. september skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri renni og gangi hálv maraton, runnið og gingið verður úr Gásadali til Sandavágs.
Stórur áhugi fyri Føroya vakrasta hálv maraton
Hetta er á triðja sinni at skipa verður fyri hálv maraton renning í Vágum. Luttakara talið hini árini hevur ligið um 86 rennarar.
Nú ein vika er eftir til starturin verður skotin ígongd í Gásadali, hava higartil 300 luttakarar teknað seg til at renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs, 144 rennarar og 156 sum fara at ganga, so nú er fult teknað.
Luttakararnir til hálv maraton møta kl. 9.30 við skúlan á Giljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjá luttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn, til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Klokkan 10.15 koyrir bussur av Giljanesi til Gásadals, og starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5 km verður ein vatnpostur.
Runnið verður eftir landavegnum úr Gásadali, omanfyri Bø til Sørvágs, síðan eftir gamla vegnum úr Sørvági, fram við terminalinum hjá Vága floghavn, eftir gamla vegnum til Vatnsoyrar og fram við Vatninum, gjøgnum Miðvág og komið verður á mál við kirkjuna í Sandavági. Tey sum ætla sær at ganga fara sama veg, men tá komið er til Vatnsoyrar verður farið niðan eftir Vatnsdalsbrekku og eftir Vørðunum til Miðvágs og koma á mál við kirkjuna í Sandavági.
Fólkaheilsurenning
Tað hevur týdning at røra seg, men tað eru ikki øll sum hava mót uppá at renna / ganga eitt hálvt maraton. Tí skipar Ítróttarfelagið Frælsi saman við kommununum í Vágum og Fólkaheilsuráðnum fyri heilsurenning. Runnið ella gingið verður frá flogvøllinum til FK í Miðvági, hesin teinur er góðar 6 km. Tað er møguligt at tekna seg á heimasíðuni renn.fo ella á staðnum. Startnummur kunnu heintast á flogvøllinum frá kl. 11, fari verður avstað kl. 11.30.
Takkað veri høvuðsstuðlunum Hiddenfjord og FAE, umframt stuðulin frá FK í Miðvági, EUR Express, MBM og Føroya Bjór, og ikki minst øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum, letur tað seg gera at skipa fyri hesum stóra tiltaki.
Fyriskiparnir vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum at stuðla teimum sum luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald