Ítróttur

Føroya vakrasta hálv maraton

...

2016-07-01 20:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Aftur í ár skipar ÍtróttarfelagiðFrælsi íVágum fyri eini hálv maraton renning leygardagin tann 3. september. Teinurin runniðverður er úr Gásadali og til kirkjuna íSandavági.

Tað var í 2014, tá Ítróttarfelagið Frælsi hevði 10ára ársdag, at skipa varð fyri fyrsta hálv maraton renningini í Vágum. Undirtøkan seinastu tvey árini hevur verið serstakliga góð og eru útlendingar eisini farin at geva Føroya vakrasta hálv maraton ans við at fleiri tilmeldingar til renningina í ár longu eru komnar. Runnið verður gjøgnum allar bygdirnar íVágum, har byrjaðverður viðskúlan íGásadali og komið verður á mál viðkirkjuna íSandavági. Kommunurnar í Vágum vísa stóra vælvild og hjálpsemi, eins og Vága Floghavn og Hiddenfjord stuðla Føroya vakrasta hálv maraton.

Rennarnir møta kl. 9.30 viðskúlan áGiljanesi har startnummur verða útflýggjaði. Møguligt verður hjáluttakarunum at skifta og lata skiftiklæðir inn til at heinta eftir renningina, har møguleiki somuleiðis verður at fara undir brús. Av Giljanesi verður fariðviðbussi til Gásadals, starturin er kl. 11. Fyri hvørjar 5km verður ein vatnpostur.

Fyrireikarnir vóna at síggja nógvar rennarar, men eisini nógvar áskoðarar fram viðvegnum sum fara at heppa árennarnar táteinurin ístøðum kann vera eitt sindur tungur.

Tilmeldingin fer fram inni áheimasíðuni hjáFíF renn.fo. Tey sum melda seg til í seinasta lagi 5. august gjalda 275kr og fáa eina renniblus/vest, eftir hetta verður luttøkugjaldið 300kr. Taðer møguligt at melda til renningina fram til hósdagin 1. september ámidnátt, tálukkaðverður fyri tilmelding.
Luttakarar til hálv maraton sum tekna seg í seinasta lagi 5. august fáa ein renni endurskins vest. Tað skal viðmerkjast støddtá goldið verður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder