Føroya Reiðarafelag hevur sent út tíðindaskriv í sambandivið, at løgtingið seinnapartin fer undir 2. vigerð av løgtingsmáli nr. 51/2015:Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.
TÍÐINDASKRIV
Seinnapartin í dag fer løgtingið undir 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 51/2015: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavninum í 2016.
Verður uppskotið samtykt ger tað seg inn á givin veiðirættindi og gjørdar lønarsáttmálar.
Inntriv í veiðirættindi
Verandi veiðiloyvi vórðu í 2007 søgd úr gildi frá 1. januar 2018. Løgtingið kann samtykkja nýggja skipan at galda frá 1. januar 2018.
Tað ivasama við lógaruppskoti nr. 51/2015 er, hvørt fiskiveiðimyndugleikin kann tjóvstarta og í 2016 selja útvaldu fiskasløgini á uppboðssølu, hóast loyvini ikki eru farin úr gildi.
Reiðarafelagið hevur við løgfrøðiligum uppriti víst á, at rættindini hjá okkara limum at gagnnýta tilfeingið fram til 2018 helst eru ognarrættarliga vard. Vinnunevndin heitti á løgtingsumsitingina um at evna til løgfrøðiligt upprit um henda spurningin. Í væl frágingnum uppriti lýsir umsitingin brigdi, sum tala fyri og ímóti møguligum endurgjaldi. Hóast umsitingin staðfestir, at endalig niðurstøða bara kann gerast í rættarmáli, nevnir hon tó eisini, at í onkrum føri er talan um stór inntriv fyri verandi rættindahavarar.
Tað er undrunarvert, at samgonguumboðini í vinnunevndini, sum vanliga vilja teljast millum fremstu verjar av rættarsamfelagnum, als ikki fyrihalda seg til løgfrøðiliga partin í spurninginum um at selja veiðirættindi, meðan verandi loyvi enn eru í gildi.
Inntriv í lønarsáttmálar
Reiðarafelagið gjørdi í hoyringssvari undan framløguni av løgtingsmáli nr. 51/2015 vart við, at uppskotið gjørdi seg álvarsliga inn á galdandi sáttmála millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini. Landsstýrið lagaði tí uppskotið til og slepti ætlanini um at lata reiðarar einsamallar rinda fyri veiðigjaldið.
Landsstýrið valdi tó at halda fast við, at kostnaðurin av at keypa kvotur á uppboðssølu ikki kann dragast frá, tá ið hýrur verða avroknaðar. Einasta grundgevingin er, at uppboðssølan, ið verður skotin upp, ikki hevur verið galdandi, tá ið verandi sáttmálar við manningarfeløgini eru undirskrivaðir.
Reiðarafelagið hevur í løgfrøðiligum uppriti víst á, at talan framhaldandi er um inntriv í galdandi sáttmála. Spurningurin um uppboðssølugjald var avkláraður í gerðarrætti eftir royndina við uppboðssølu av makreli í 2011. Tá fingu reiðarar viðhald í, at gjald fyri keyp á uppboðssøluni er loyvdur frádráttur sambært galdandi sáttmála. Eisini sjálvt um sáttmálin tá heldur ikki hevði uppboðssølu sum fortreyt.
Vinnunevndin, sum hevur havt løgtingsmál nr. 51/2015 til viðgerðar í 3 mánaðir, hevur als ongar viðmerkingar til ætlaða inntrivið í galdandi lønarsáttmálar.
Til viðgerðina í løgtinginum seinnapartin í dag kann tí gerast áhugavert at hoyra, hvørja støðu tingfólk hava og hvussu tey ætla at rættvísgera ætlaðu innitrivini í veiðirættindini og í lønarsáttmálarnar.
Í rættarsamfelagnum virða myndugleikarnir landsins lógir og avmarkingarnar fyri, hvussu myndugleikin útinnir vald mótvegis borgarunum. Rættarsamfelagið verjir allar samfelagsbólkar, eisini teir, sum í ávíst tíðarskeið hava rætt at gagnnýta landsins tilfeingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald