Vinna

Føroya Reiðarafelag: Fleiri óvissur í metingini av tilfeingisrentuni

...

2019-11-06 14:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband viðgerðina av tilfeingisrentuni í føroysku fiskivinnuni hevur Reiðarafelagið gjørt vart við, at fleiritýðandi óvissur eru í teimum metingum, sum hava verið bornar fram í miðlunum seinastu vikurnar. Serligatvær óvissur hava stóran týdning fyri metingina av tilfeingisrentuni. Onnur er metingin av ársverkum, og hiner metingin av normalhýruni í flotanum. Hesar óvissur eiga at verða nevndar, tá ið tilfeingisrentan verðurviðgjørd. 

Í skrivi í síðstu viku gjørdi Reiðarafelagið vart við, at talið av ársverkum er undirmett. Ein orsøk til hetta er, atfleiri skip hava tvær manningar knýttar at skipinum. Hetta er serliga galdandi fyri uppsjóvarskip, men aðrirbólkar hava partvís eisini fleiri fólk knýtt at skipinum. Til dømis hava summir partrolarar tríggjar manningarknýttar at tveimum skipum. Eisini er dømi um, at línuskip hava t.d. hava 3-4 mans afturat tí føstu manninginiuppá 12-14 mans. Sostatt eru fleiri skip í flotanum, ið hava fleiri fólk knýtt at manningini enn neyðugt er tilhvønn einstakan túr. 

Búskaparráðið byggir sínar útrokningar á 708 ársverk, sum er tað talið av persónum, ið krevst fyri at mannaallan tann føroyska flotan einaferð í 2015. Hetta er neyvan ein góð meting av talinum av ársverkum í føroyskaflotanum. 

Aðrar orsøkir eru eisini til, at metingin av tilfeingisrentuni verður skeiv. Ein teirra er, at í uppgerðini hjá Januareru allar lønir taldar saman uttan mun til, um tær eru tengdar at fiskiflotanum, ella um talan er um løn til fólká landi. Tað vil siga, at lønir til umsiting, sølu, leiðslu, landing og vaktarhald osv. eru taldar við í talinum fyrilønarútreiðslur. 

Síðani verður talið av ársverkum í flotanum býtt við talið av teimum samlaðu lønarútreiðslunum hjáreiðaríunum, sum umfata nógv onnur starvsfólk enn fiskimenn, fyri at finna miðalhýruna. Tað vil siga, atsamlaðu lønarútreiðslurnar eru ov høgar, og tí verður tann roknaða yvirnormala lønin eisini ov høg. 

Hetta er enn eitt dømi um, at metingarnar av tilfeingisrentuni eru fongdar við álvarsomum veikleikum ogóvissum, og undrunnarvert er, at Búskaparráðið ikki sjálvt ger vart við hesa feilkeldu. 

Samanbering við aðrar sáttmálar 

Hugtakið normalløn hevur eisini ein serligan týdning í útrokningini hjá Búskaparráðnum. Normallønin er settat vera 400.000 krónur um árið fyri alla manningina ??? dekkarar, maskinmeistarar og skiparar. Spurningurin ertó, hvussu eftirfarandi hendan metingin er. Um vit sum eitt dømi nýta aðrar veruligar sáttmálar áarbeiðsmarknaðinum til at manna skipini, verður úrslitið heilt øðrvísi. 

Um eitt uppsjóvarskip við tólv monnum verður avroknað eftir sersáttmálanum fyri uppsjóvarvirki millumFøroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, hevði tann roknaði kostnaðurin pr. ársverk verið tvær ogeina hálva ferðir størri enn tað, sum Búskaparráðið tekur støði í. 

Ársverkini verða fyrst umroknað til tímar við støði í talinum av døgum, skipið hevur verið til fiskiskap, harroknað verður við, at arbeitt verður 12 tímar um dagin hvønn dag í vikuni. Síðani verður yvirtíðin vektaðuppeftir við umleið 75 prosentum fyri alla vikuna. 

Hetta gevur eina metta arbeiðstíð uppá 16 tímar um samdøgrið, teir dagarnar skipið er til fiskiskap. Eittársverk verður mett til umleið 1.800 tímar, og mett verður síðani, hvussu nógv ársverk skulu til fyri at mannaskipið, alt eftir hvussu nógvar dagar skipið hevur verið til fiskiskap. 

Um eitt skip t.d. er úti í 267 dagar, verður talan um 4459 arbeiðstímar umborð fyri árið. Um hetta verður býttvið 1.800 arbeiðstímar, verður talan um at nýta 2,48 ársverk pr. mann fyri alt árið. Um manningin er 14 manspr. túr krevur hetta umleið 35 ársverk at manna hesi størv um árið. Tískil verður metingin av ársverkumundirmett. 

Í hesum dømi verður kostnaðurin fyri ársverkini roknaður til at vera umleið 2,5 ferðir størri enn tað, sumBúskaparráðið nýtir. Tá ið ráðið roknar við, at normallønin skal vera 400.000 krónur pr. mann, vísir hettadømið, at ein roknað normalløn kundi verið umleið tvær og eina hálva ferðir hægri enn tað. 

Tá er hædd ikki tikin fyri yvirmannapørtum, so talan er ikki um eina fullfíggjaða meting, men bert eitt dømium, at metingarnar av ársverkum og normalhýru ikki eru rættvísandi. 

Um ein deild á sjúkrahúsinum er mannað við trimum sjúkrasystrum alt samdøgrið, so er logikkurin, at eittársverk hjá hesum sjúkrasystrum kostar 1,2 mió. kr. um árið, hóast talan er um trý ársverk. 

Hetta eru bert nøkur av fleiri dømum um, at metingarnar hjá Búskaparráðnum eru heftar við stórum óvissum,og at roknistykkið tískil er lítið eftirfarandi. Men hetta verður ikki nevnt, tá ið spurningurin umtilfeingisrentuna er til viðgerðar. 

Stefan í Skorini, stjóriFøroya Reiðarafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder