Mentan

Føroya Regatta í Sørvági

...

2015-06-12 20:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 4. juli vitjar Føroya Regatta í Sørvági, og, í tí sambandi, verður stórt tiltak á bryggjuni. Hoppiborgir, barnaspurnarkapping, laksasmakking, dansur og sangur.

Skrá:

Kl. 17:00 Sørvágs Kommuna bjóðar kaffi & køkur
??keypis atgongd til hoppiborgir

Kl. 17:30 Stórt tombola
Pylsuvognur og drekkivørur

Kl. 18:00 Smakkiroynd frá Hiddenfjord

Kl. 19:00 Seglskipini koma
Sørvágs Tónleikarafelag spælir
Spurnarkapping fyri børn
Møguleiki at vitja umborð

Kl. 21:00 Føroyskur dansur
Felagssangur

Kl. 22:00 Dansur við Four MENh,kostnaður kr. 150,-

Tað er í sambandi við 100-ára føðingardagin hjá Sørvágs Kommunu, at kommunan bjóðar kaffi. Tiltakið er fyriskipað av Føroya Regatta saman við Kommununi og 07 Vestur.

Kelda: 07 Vestur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder