Mentan

Føroya Regatta 2015

...

2015-05-23 16:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Felagið Føroysk Træseglskip sigur frá, at Føroya Regatta verður í vikuskiftinum frá 3. - 5 juli.

Skipini møtast í Leirvíksfirði fríggjadagin 3. juli og sigla norður til Eiðis, har Eiðis Kommuna skipar fyri tiltøkum á bryggjuni um kvøldið - samtíðis sum ein Norðurlendsk stevna er á Eiði.

Leygardagin 4. juli verður siglt vestur á Sørvág. Har skipar Sørvágs Kommuna fyri ymsum tiltøkum á bryggjuni - eisini í samband við , at kommunan fyllir 100 ár.

Aftur í ár hava ferðafólk møguleikan at sigla við. Ferðaseðlar fáast á kunningarstovunum kring landið ella umborð á skipunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder