Vinna

Føroya Handverksmeistarafelag tekur undir við Ráðgevarafelagnum

...

2015-04-27 21:42 Author image
placeholder

Í farnu viku sendi Ráðgevarafelagið eina áheitan til politisku flokkarnar, um at lata føroyskar ráðgevarafyritøkur prosjektera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Føroya Handverksmeistarafelag tekur undir við hesum sjónarmiðum.

Føroya Handverksmeistarafelag tekur undir við sjónarmiðinum hjá Ráðgevarafelagnum og veitir felagnum sín fulla stuðul í royndunum at varðveita og menna fakligu førleikarnar í Føroyum. Tað hevur stóran týdning fyri byggi- og annleggsvinnuna sum heild, at føroyskar fyritøkur standa á odda fyri verkætlanum í Føroyum. Vinnan roynir alsamt at menna samstarv og mannagongdir til tess, at føroysk bygging skal taka seg fram og gagna samfelagnum mest møguligt.

Viðhvørt verður ført fram, at manning og førleikar ikki finnast í Føroyum til stórar verkætlanir. Hetta er møguliga rætt, men loysnin er ikki at gera útlendskar verkætlanir, sum gevur útlendingum allar fyrimunirnar. Loysnin er at seta krøv til føroyskar fyritøkur um neyðugar førleikar. Føroysku fyritøkurnar duga sjálvar at skaffa sær styrk, um neyðugt úr útlandinum.

Føroya Handverksmeistarafelaga tekur undir við Ráðgevarafelagnum í, at tað er ein skeiv avgerð, at avreiða hesa verkætlanina av landinum, tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder