Vinna

Føroya Handverkarafelag gjørt avtalu við Trygd um tryggingar

...

2017-07-06 12:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Handverkarafelag hevur gjørt avtalu við tryggingarfelagið Trygd um, at limirnir kunnu fáa avsláttur fyri ávísar tryggingar hjá Trygd. Frá 01. juli 2017 verður 20% avsláttur latin fyri eitt nú sethúsatrygd, familjutrygd, vanlukkutrygd, barnavanlukkutrygd og akfarstrygd (sambært tryggingartreytum nr. 1-02-1). Avslátturin verður latin av galdandi grundprísum hjá Trygd.

Avslátturin er galdandi fyri limir í Føroya Handverkarafelag, ið hava verið limir í meira enn 4 samanhangandi mánaðir áðrenn tann 31.12 á hvørjum ári. Avslátturin er somuleiðis galdandi fyri makar og heimabúgvandi børn. Limirnir, ið tekna hesar tryggingar, skulu boða Trygd frá, at teir eru limir í Føroya Handverkarafelag og upplýsa limanummarið.

Avslátturin kann verða broyttur, um broytingar verða gjørdar í grundprísunum hjá Trygd, um tryggingartreytirnar broytast, ellar nýggj gjaldsskrá verður sett í gildi.

Føroya Handverkarafelag kann veita limum kunning um avtaluna og innihaldið í avtaluni, sum kann lesast á heimasíðu felagsins fhf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder