Vinna

Føroya Handverkarafelag dagførir sína tryggingaravtalu

...

2017-07-04 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hósdagin 28. juni 2017 undirskrivaðu Føroya Handverkarafelag og LÍV eina dagførda avtalu fyri limirnar hjá Føroya Handverkarafelag. Avtalan er galdandi frá 1. juli 2017 at roknað.

Í hesum umfarinum er tað lívstryggingin, sum verður útgoldin til børn undir 18 ár, ið er hækkað úr kr. 20.000,- til kr. 30.000,- Somuleiðis er upphæddin í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur hækkað úr kr. 100.000 upp í kr. 125.000,- fyri limin og børn hjá hesum.

Nýggju upphæddirnar fyri felagstryggingina eru hesar:

· Lívstrygging kr. 500.000,-

· Lívstrygging - hjúnafelagi/sambúgvi kr. 250.000,-

· Lívstrygging útgoldin til børn undir 18 ár kr. 30.000,-

· Ávísar hættisligar sjúkur (limur) kr. 125.000,-

· Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár) kr. 125.000,-

· Upphædd í einum við fylta 67 ár kr. 100.000,-

Fyri lærlingar er samansetingin sum víst niðanfyri:

· Lívstrygging kr. 500.000,-

· Ávísar hættisligar sjúkur (limur) kr. 125.000,-

· Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár) kr. 125.000,-

Avtalan er dagførd innanfyri verandi karmar í sambandi við gjald til tryggingar og ávirkar hetta tí ikki inngjaldið til pensjónspartin.

Føroya Handverkarafelag leggur stóran dent á, at limirnir eru væl tryggjaðir, og eftirmetir javnan samanseting og tær upphæddir, sum knýta seg til felagstryggingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder