2015-10-28 15:35
KVF: Í dag er stórur dagur í Sørvági. Theodor Thomassen fyllir 107 ár. Hann er elsti føroyingur nakrantíð. Theodor er føddur í 1908, og hevur síðani hann fylti 100, búð hjá dóttrini Elisu.
Sambært yvirliti frá Fólkayvirlitinum, eru í dag eru 13 føroyingar 100 ár ella eldri. Níggju føroyingar eru 100 ár - tveir eru 102 ár, ein er 103 ár, og so er tað Theodor Thomassen, sum slær øll met, hann fyllir í dag 107 ár.
Metið, sum elsta fólk í Føroyum, hevði Drikka á Fløtti við Gjógv. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 - 105 ára gomul.
Sí mynd niðanfyri, sum abbadótturin Elin Jørgensen hevur tikið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald