Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) og ???Tillaging í Nótaflotanum frá 20 til 7 skip???.
Í seinasta lesarabrævi spurdi eg,
um Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) kundi koma við dokumentatión fyri sínum
uppáhaldi, um at nótaflotin hevur framt ta tillaging, sum FAG førir fram,
nevniliga frá 20 til 7 skip. Enn er onki
svar komið frá FAG hesum viðvíkjandi.
Eg skilji tað soleiðis, at tað er
hesari tillaging frá 20 til 7 skip, sum FAG vil geva æruna fyri tann framburð,
sum hevur verið í hesum partinum av flotanum. Vit mugu minnast til, at
tillagingin av nótaflotanum bleiv framd, áðrenn Føroyar kravdu størri part av
uppsjóvarkvotunum.
Meðan bíðað verður eftir svari
frá FAG, skal eg her royna at lýsa ta tillaging, sum mær kunnugt er gjørd innan
nótaflotan undir verandi skipan.
Tá ið skipanin byrjaði í 1994,
vóru sambært Fiskimálaráðnum seks sokallaði nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum,
Norðborg og Krúnborg ??? umframt frystitrolarin, Esther.
Í 2017 eru mær
kunnugt sjey nótaskip: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í
Grótinum, Norðborg, Fagraberg og Høgaberg.
Fyri nótaflotan var galdandi :
1994 2017 Broyting í %
Tal av skipum 7 7 0%
LxBxD 35695 78424 220%
BT 9457 22875 242%
HK 20364 56805 279%
Kvadratrót (BTxHK) 14940 45610 305%
LxBxDxHK 106.696.992 644.096.054 604%
Nýttu tølini eru úr Álmanakkanum
fyri árini 1995???2016.
Sí eftirfylgjandi mynd fyri samlaðari
tillaging av Nótaflotanum frá 1994???2017.
Fyri heimaflotan er grundreglan
tann, at veiðiorkan samlað sæð ikki má vaksa, men í mest lagi verða tann sama
ella minka. Tá veiðievni verða útroknað, er LxBxD (rúmmeturreglan) ein
høvuðstáttur og fyri trolarar harumframt maskinorka (LxBxDxHK). Tvs. at ein
tillaging í hesi skipan viðførir ein eykakostnað umframt kostnaðin av nýggja
stálinum, tí hvør m3 og hvør HKskal útvegast frá øðrum feløgum í skipanini.
Eitt undantak frá hesari grundreglu um nýtsluna av LxBxD er tó galdandi fyri
fiskifør í bólki 3 (størri línuskip), har rúmmeturreglan bleiv strikað í 2011.
Av omanfyristandandi framgongur,
at talið av nótaskipum er óbroytt (7), men at tann sokallaða ???tillagingin??? er
ein sera stórur vøkstur í veiðiorkuni. Verður roknað eftir somu reglum, sum eru
galdandi fyri heimaflotanum (LxBxDxHK), so er talan um ein vøkstur upp á umleið
600%. T.v.s. veiðiorkan er seks ferðir
størri, enn hon var. Hetta er tó fult lógligt ??? fyri henda partin av flotanum.
Um tað er hesari tillaging av
flotanum ??? og ikki fleirfaldingini av tilfeinginum ??? ið FAG vil geva æruna
fyri, at tað gongur so væl hjá nótaflotanum, so skilji eg púrt einki.
Logikkurin í tí, sum FAG førir fram, má so vera tann, at flotin undir Føroyum
hevði havt tað fínt, um hann ??? eins og nótaflotin ??? ótálmaður slapp at vaksa um
síni veiðievni. Ella hvat?
FAG hevur eisini eina tilráðing
um kvotur mótvegis fiskidøgum. FAG hoyrir til tey, ið ferð eftir ferð føra
fram, at tað er nógv betri við kvotum enn fiskidøgum. Í hesum sambandi verður
eisini víst á, hvussu væl reiðaríir, sum virka undir kvotaskipanum klára seg; og
aftur her verður víst til nótaflotan og/ella flotan í Barentshavinum.
Tá ið onki annað framgongur av
viðmerkingunum hjá FAG, so reisir hettar náturliga spurningin, um FAG eisini er
av teirri fatan, at tað er kvotaskipanini (og ikki fleirfaldingini av rættindunum
at fiska í skipanini) fyri at takka, at vit ótálmað kunnu vaksa um veiðuorkuna
hjá nótaflotanum? Og um tað er
fiskidagaskipanini fyri at takka, at tað sama ikki er galdandi fyri
heimaflotan?
Hetta leiðir so til spurningin:
um FAG eisini er av teirri fatan, at heimaflotin kann fremja sama ótálmaða
vøkstur, um kvotaskipanir heldur enn fiskidagaskipanir verða ásettar fyri allan
fiskiskap?
Generellar og ítøkuligar
viðmerkingar frá FAG um ítøkulig vinnuviðurskifti eru sjálvandi uppá sítt pláss
her. Tað at viðmerkja er jú ein av
kjarnuuppgávunum hjá FAG.
Tá ið FAG kemur við ítøkuligum
upplýsingum, sum skullu eitast at undirbyggja eina støðutakan hjá felagnum til
ítøkulig viðurskifti, so má roknast við at FAG eisini kann dokumentera teir
upplýsingar, sum felagið byggir sína støðutakan á. Her verður beinleiðis sipað
til tillagingina av nótaflotanum frá 20 til 7 fiskifør, sum FAG hevur víst á.
Eg rokni við, at FAG hevur væl
grundaði svar til teir spurningar, sum verða reistir og annars um viðurskifti, sum
felagið alment úttalar seg um.
Eg bíði við spenningi eftir
svarum við grundgevingum og dokumentatión.
Vinarlig heilsan,
Meinhard Jacobsen,
fyrrverandi nevndarlimur í FAG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald