Mentan

Fornámscafé á Skúlanum á Giljanesi

...

2015-02-23 13:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld 23.  feb. verða allir miðnámsskúlar umboðaðir á fundi á skúlanum á Giljanesi. Teir fara at kunna um teirra skúla. Tiltakið er ætlað ungum, sum hava ætlanir um at fara á miðnám og teirra foreldrum.


Vit vilja hervið fegin bjóða  til "FORNÁMSCAF??" ì Skúlanum á Giljanesi

mánakvøldið 23. februar kl 19.00 - 21.00.


Luttakarar:

9. og 10. fl næmingar av Giljanesi og úr Sørvági saman við foreldrum/verjum, umframt onnur áhugaði.

Kvøldið verður skipað saman við lokalum lestrarvegleiðarum og lestrarvegleiðarum úr Fiskivinnuskúlanum, Handilsskúlunum, Studentaskúlunum og Teknisku skúlunum.

Byrja verður við at kunna yvirskipað um nýggja leistin á miðnám. Síðani koma teir einstøku skúlarnir fram og greiða hvør frá sínum. Uml. 10 min í part

 

Raðfylgja :

1 Almenn frágreiðing um brúgvabygging

2 Fiskivinnuskúlin Vestmanna

3 Tekniski skúli Klaksvík

4 Handilsskúlin Kambsdalur

5 Studentarskúlin Tórshavn

6 Tekniski skúlin Tórshavn

7 Studenta / HF Kambsdalur

8 Handilsskúlin Tórshavn

 

Aftaná fara ymsu skúlarnir í hvør sítt horn, har møgulleiki er at fáa  meira persónliga viðtalu.

Vit bjóða Kaffi, Køkur og Saft  hesa løtuna.

 

Vónandi er áhugi at taka lut.

 

blíðar heilsur

 

Oddmar Ravnsfjall      Skúlin á Giljanesi  794428

Jónvør Joensen          Sørvágs skúli        217233

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder