JN

Formansvalið í Starvsmannafelagnum

...

2016-02-15 20:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góði limur í Starvsmannafelagnum.

Í dag 15. februar byrjar formansvalið!

Tað er ikki líka mikið, hvønn tú velur til formann í Starvsmannafelagnum og fari eg tí við nøkrum stuttum skrivum at vísa á, hvat tit kunnu vænta av mær sum formanni.

Í dag fari eg at koma eitt sindur inn á Skrivstovufólkini og Hægri ábyrgd, hægri løn.

Skrivstovufólk hægri løn

Upprunin til Starvsmannafelagið, skrivstovufólkið, skal prioriterast til komandi sáttmálasamráðingar.

Skrivstovustarvsfólkini eru starvsfólkini, sum sita við allari vitanini um alt, tey eru tænastufólk hjá tær og mær, tá vit hava brúka fyri teimum. Tey eru fólkini, ið vit fyrst síggja og hoyra, tá vit venda okkum til stovnarnar, hetta eru fólkini, sum alla tíðina skulu renna skjótari, tí spart er inn í mergin, hetta eru starvsfólkini, sum taka ringastu lortaspannina frá ónøgdum viðskiftafólkum, men hetta eru eisini starvsfólkini við lægstu lønini og tað kann ikki vera rætt. Tí fari eg at stríðast fyri at bøta um lønarviðurskiftini hjá skrivstovufólkum, tit hava uppiborið betri.

Hægri ábyrgd, hægri løn

Fleiri limir í Starvsmannafelagnum sita við stórari ábyrgd úti á arbeiðsplássunum, men fáa ikki meira í lønarposan av teirri orsøk, tí arbeiðsgevarin heldur seg til minstulønina. Hetta má og skal broytast. Tað sigur seg sjálvt, at ábyrgd og løn mugu samsvara. Tí fari eg at arbeiða fyri, at fólk fáa løn samsvarandi tí ábyrgd, ið tey sita við.

Við mær fáa tit ein formann, ið hevur praktisku royndirnar við fakfelagsarbeiði. Eg bjóði meg fram at stríðast fyri tykkum.

Eg havi royndirnar, tit hava atkvøðuna.

Súni Selfoss, formansvalevnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder