Politikkur

Formansval: Eg undir ongum umstøðum tók undir við tilfeingisgjaldinum

...

2021-12-22 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg havi altíð gjørt við, at eg undir ongum umstøðum tók undir við tilfeingisgjaldinum. Hetta hevur eisini verið greiða støðan hjá Føroya Fiskimannfelag, minus ein, ið tók undir við einum tilfeingisgjaldi uppá 10 til 15%.

Eg havi eisini altíð tikið undir við, at botnfiskaflotin nýtur fiskidagar. Hetta var eisini greiða støðan hjá Føroya Fiskimannafelag, minus ein, sum heldur vildi hava kvotur.

Tí betur hava vit havt eina nevnd, ið undir ongum umstøðum, hevur tikið undir við tilfeingisgjaldi, ella at nýta eina óbrukuliga kvotaskipan, heldur enn eina gagnliga fiskidagaskipan, ið forðar fyri útblakið. Also burtursæð frá tí eina.

Nú gongur tann eini við einum dreymi um, at fáa síni máli ígjøgnum. Hesaferð sum formaður. Nei Mortan, stendur tað til mín, so sleppur tú hvørki, at arbeiða fyri tilfeingisgjaldi ella at fáa kvotur á botnfiskaveiðu.

Fólkaræði er tann næstringasta skipanin, vit hava. Tann ringasta er alternativið

Winston Churchill

Jan Højgaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder