Politikkur

Formansval: Eftirlønin hjá fiskimonnum

...

2021-12-22 17:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftirlønin hjá fiskimonnum

14. mai í 2013 samtykti løgtingið eina eftirlønarlóg, sum segði at í 2026 skulu allir løntakarar hava eina eftirlønaruppsparing upp á 12%. Fiskimaðurin hevði tá onga eftirlønaruppsparing.
Tá fiskiloyvini blivu uppsøgd í 2009, við tí fyri eyga at gera eina fiskivinnunýskipan, fóru allar alarmklokkur at ringja í heysinum, og setti eg mær fyri, at hesum vildi eg blíva ein partur av. Serliga var tað talan um uppboðssølu av ófiskaðum fiski, sum fylti mest í huganum. Eg fylgdi væl við í tí politiska spælinum, sum gekk fyri seg á pallinum, men fyri at fáa betri innlit í, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini, noyddist okkurt meira gerast. Tí valdi eg at stilla upp til stjórnarval í Fiskimannafelagnum í 2010.
Eg kom í nevndina hjá Fiskimannafelagnum í 2011, og samráðingar vóru sama árið. Formaðurin í felagnum, Jan Højgaard, var sjálvur burturstaddur til samráðingarnar, vegna barsilsørindi, so vit nývaldir í nevndina, blivu tveittir fyri "leyvurnar" til okkara fyrstu sáttmálasamráðingar UTTAN formann.
Samráðingarnar tá snúðu seg einamest um oljuna; talan var um spurningin um, hvørt manningin skuldi luttaka í oljuútreiðslunum ella ei. Vit báðir, Axel Hansen úr Vestmanna, sum eisini var nývaldur í nevndina, noyddust í einum minniluta at eygleiða, at oljugjaldið bleiv innført, hóast vit á ongan hátt kundu góðtaka tað. Bara tað at manningin skal luttaka í oljuútreiðslunum, haldi eg er púra burturvið í sær sjálvum.
Av tí at avtalan um oljugjaldið í sáttmálanum snúði seg um, at manningin skuldi gjalda lutfallið av býtisprosentinum av keypsprísinum, so gjørdist skjótt greitt, at summi reiðarí høvdu munandi hægri oljuútreiðslur enn onnur, og tað løgna var, at tað vóru tey reiðaríðini, sum brúka mest olju, t.e. teir størstu kundarnir, sum fingu minst avsláttur ??? at síggja til ??? men veruleikin var ein annar.
Hóast vit leitaðu, grópaðu og samanbóru uppgerðir, so funnu vit ongan feil í sjálvum avrokningunum, men vit dugdu at síggja, at tað var langt frá allastaðni, at samsvar í. Fleiri ferðir spurdu vit reiðarnar eftir teirra avtalum við oljufeløgini, men teir høvdu gjørt eina avtalu við oljufeløgini hvør sær, um ikki at upplýsa keypsprísin. Einaferð bjóðaði ein reiðari okkum á kontórið hjá teimum at síggja eitt ???uppgerilsi???, t.e. eina avrokning, við tilhoyrandi oljurokning.
Undirritaði var sjálvur á kontórinum hjá umrødda reiðarínum dagin eftir, og slapp eg har at síggja tað, sum neyðugt var, fyri at kunna staðfesta feilin. Feilurin, sum ongastaðni sást í avrokningunum, var her ógvuliga sjónligur. Og ikki minni ótespuligur. Hetta reiðaríið hevði nevniliga fingið 80 oyru í avstáttri pr. litur av olju, men manningin bleiv avroknað, sum um teir bara fingu 30 oyru í avsláttri pr. litur. Og tá eg spurdi hendan fryntliga kontórmannin, hvør var pápi at hasum rokniháttinum, var svarið "at tað vóru boð frá hægri maktum". Her var also talan um ein kreativan roknihátt. Og kreativa bókføring.
Tær manningar, sum vórðu snýttar, vórðu snýttar fyri 1,6 milliónir krónur yvir gott hálvtannað ár. Onkur av manningunum fekk heilar 40 túsund krónur aftur.
Eftirfylgjandi er sáttmálin broyttur til, at útgongdsstøðið er listaprísurin.

Tilfeingisgjaldið og eftirlønin
Ein tíðandi liður í fiskivinnunýskipanini hjá undanfarnu samgongu var ein sokallað "tilfeingisrenta", antin við einum uppboðssølugjaldi ella einum tilfeingisgjaldi. Uppboðssølan fór tíbetur í søguna, men við henni lærdu vit enn ein kreativan roknihátt, sum tíverri enn gongur fyri seg, hóast sitandi formaður er væl vitandi um trupulleikan.
Fyri at gera eina langa søgu stutta, so betala manningarnar alt tilfeingisgjaldið, áðrenn tær blíva avroknaðar. Hetta hóast Føroya Fiskimannafelag, við Jan Højgaard sum formanni, sigur seg ongantíð hava góðtikið, at teirra limir luttaka í nøkrum tilfeingisgjøldum.
Sum sagt, so bleiv í 2013 samtykt ein løgtingslóg, sum segði at allir løntakarar skuldu hava tólv prosent í eftirløn í 2026. Eftir tað bleiv ein avtala gjørd við Reiðarafelagið, um at vit teir skuldu byrja við at rinda 4 prosent í eftirløn, sum stigvíst hækkaði 1 prosent um árið, og hartil bleiv einmælt samtykt í nevndini, at fiskimaðurin sjálvur skuldi eisini betala 4 prosent, soleiðis at vit høvdu eina persónliga uppsparing á 8 prosent. Meiningin við hesum var sjálvsagt, at manningarnar framhaldandi skuldu betala 4 prosent í eftirløn, meðan satsurin hjá reiðarunum hækkaði stigvíst, soleiðis at tá teir komu uppá 9 prosent, kundi tað lækka hjá fiskimanninum við einum prosenti. Men soleiðis bleiv ikki.

Málsligur kreativitetur ella matematiskt snildni?
Hvussu er og ikki, so fekk Reiðarafelagið tey 4 prosentini, teir skuldu betala, til 45 krónur pr. mann pr. mynstraðan dag. Hetta var galdandi fyri allan flotan. Hvør einasti fiskimaður fær eina eftirløn, sum er roknað út frá lægsta felagsnevnara, nevniliga minstuløn. Minstalønin var tá 1.125 krónur pr. dag. ??ansæð inntøku vóru 4 prosent í eftirløn 45 krónur. Hetta gjørdu vit fleiri ferðir vart við, tó uttan at tað bleiv broytt.
Til samráðingarnar í 2019 hevði nevndin sett sær fyri at fáa eftirlønarviðurskiftini uppá pláss, og hildu vit, at vit høvdu góð kort á hondini. Vit høvdu jú bæði lógarverkið og eina brotna avtalu at fyrihalda okkum til.
Hóast eg spurdi fleiri ferðir á felagnum eftir samráðingunum, so var onki at frætta. Ikki fyrr enn kvøldið fyri semingsstovnurin skuldi uppí, hoyrdist boð frá formanninum, har hann fámæltur greiddi frá í SMS-boðum, at semingsstovnurin skuldi koma dagin eftir, og hann spurdi, um eg hevði hug at koma við. Tað hevði eg sjálvandi.
Tá vit so fáa semingsuppskotið á borðið dagin eftir, er onki um eftirlønina. Ikki eitt orð!
Tá so Jan Højgaard, formaðurin í felagnum, sum einsamallur hevði staðið á odda fyri samráðingunum, bleiv spurdur um eftirlønina, var svarið, at hana vóru teir blivnir samdir um. Spurdur um, hvørjir ???teir??? vóru, var svarið formenninir. Spurdur um, hvat teir vóru blivnir samdir um, var svarið fimm krónur. Fimm krónur meira pr. mann pr. mynstraðan dag, var alt Jan Højgaard skrivaði undir uppá, at limirnir hjá honum skuldu fáa omaná tær kr. 45, sum reiðarin í fleiri ár hevði definerað sum 4 prosent. Í dag betala vit 7% av okkara egnu løn í eftirløn, meðan reiðarin betalir 50 krónur fyri hvønn dag á sjónum.

Eg havi nú bjóðað meg fram sum formansvalevni, og eru hetta nøkur viðurskifti, eg ætli mær at arbeiða harðliga fyri at fáa í rættlag. Og fyri at eg skal kunna broyta nakað, so fari eg at heita á tykkum sum hava valrætt, um at fara á val og seta ?? við Mortan B.

Við sjómanskvøðu,

Mortan G. Berjastein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder