Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg av nýggjum. Nýggjur formaður er Arni Djurhuus Brattaberg og nýggj næstforkvinna er Ingeborg Godtfred. Í nevndini sita: Arni Djurhuus Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Jan Müller, Gunnar í Liða, Annika Waag og Jákup Egholm Hansen.
Broytingin er framd eftir at nevndin í februar 2016 fekk boð frá Skráseting Føroya um at lata formansvalið eftir ársaðalfundin í apríl 2015 ganga umaftur og fara fram við lutakasti, um atkvøðugreiðslan stóð á jøvnum. Á fundinum stóð á jøvnum og tískil varð valið avgjørt við lutakasti. ??rslitið gjørdist ein broyting í formansskapinum.
Sambært viðtøkunum í TF Holding P/F skal nevndin í TF Holding P/F skipast á sama hátt sum nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald