Formansrøðan, sum Kári P- Højgaard helt á landsfundi Sjálvstýrisfloksins í Spaniastovu í Klaksvík í dag.
Formansrøðan 2013
Gott sjálvstýrisfólk,
Hugaligt, at Sjálvstýrisflokkurin í ár
kann halda landsfundin her í fiskivinnuhøvuðstaðnum Klaksvík, nú tveir
sjálvstýrismenn eru við til at mynda leiðsluna í býráðnum, har annar er
borgarstjóri. Tit hava hetta farna árið havt viðrák, og regluliga eru positivar
fráboðanir komnar um virksemi í og út frá býnum, bæði á vinnuøkinum og
mentanarliga partinum.
Ivasemið var stórt, tá støða skuldi
takast til, um Sjálvstýrisflokkurin skuldi gerast partur av ABDH samgonguni.
Politikkur er at hava ávirkan, og skal ein hava ávirkan er stundum neyðugt at
svølgja kamelar fyri at fáa kabalina at ganga upp, tá sjónarmiðini hjá 4
ymiskum flokkum skulu samansjóðast í eina felags kós.
Nógv viðurskifti eru broytt, síðan vit
seinast høvdu landsfund, tí vit ikki longur eru partur av samgonguni. Orsøkina
kenna øll, tí tíðindi um Eysturoyartunnilin hava dagliga fylt fjølmiðlarnar
seinasta hálva árið. Fari tí at byrja við stutt at greiða frá hesum máli.
Landstýrismaðurin var bundin av vilja
løgtingsins sum hevur avgjørt, fyrst við uppskotið til samtyktar 2007, síðan í lógaruppskoti
2010 og aftur staðfest í 2011, at ein Eysturoyartunnil skuldi bjóðast út til
privatar at gera og reka. Peningur, seks milliónir, varð avsettur á fíggjarlóg
í 2013 til at fyrireika og gera avtalu um at fremja verkætlanina. Seks
milliónir vórðu eisini ætlaðar til verkætlanina 2014.
Samráðingarnar gingu betur enn væntað
og fáur hevði roknað við, at tað skuldi eydnast so skjótt at koma undir land,
at fáa avtalu við eitt felag, sum vildi fíggja, fremja og reka størstu
verkætlan, í Føroya søgu. Privata
felagið sum átti hugskotið til undirsjóvartunnilin hevði jú stríðst í áravís,
og mátti at enda geva skarvin yvir, tí at teir ikki fingu fígging.
Landstýrismaðurin hevði heimild at gera
avtaluna, og ætlanin var sjálvsagt at brúka hesa heimild, tí bleiv tíðindaskriv
bleiv sent út miðan apríl har fráboðað var, at ætlanin var at koma á mál áðrenn
jóansøku.
Tað vóru bert smálutir eftir at fáa upp á pláss, tá 3 samgongutinglimir ryktu teppið undan samgonguni. Løgmaður støðgaði ætlaðu undirskrivingini av sáttmála við privata felagið CIP og kravdi, at verkætlanin enn einaferð skuldi leggjast fyri Løgtingið. Við hesari avgerð, læt løgmaður seg í føraratroyggjuna. Landstýrismaðurin í IMR við fylgi mátti aftur til samráðingarborðið, ið sum kunnugt endaði við einari prosessavtalu og rokmikla ískoytis lógaruppskotinum. Tað bleiv sent samstarvsflokkunum til hoyringar og seinni lagt fyri Løgtingið. Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum og nevndarviðgerðin í Rættarnevndini staðfestu, at neyvan varð meiriluti fyri uppskotinum frá landstýrinum. Tí tók løgmaður stig til at seta ???serfrøðingabólk??? við umboðum fyri IMR, løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið saman við LV at koma við einum tilmæli, hvussu málið kundi finna eina loysn. Teirra tilmæli er, at fremja verkætlanina sum alment partafelag, ella a/p projekt.
5. september bleiv eg uppringdur av
løgmanni, at koma oman á skrivstovu hansara beinan vegin. Har fekk eg greitt at
vita, at løgmaður onki hevði at finnast at viðvíkjandi mínari embætisførslu,
men at dagliga órógvin av tunnilsmálinum skaðaði samgonguna, og at hann av hesi
orsøk sá seg noyddan til at loysa meg úr starvi. Nakrar dagar seinni varð IMR
upployst og uppgávurnar býttar út á hini landstýrisfólkini.
Á fundi á Glyvrum 9. september, tók
leiðsla Sjálvstýrisfloksins avgerð um at siga upp samgongusamstarvið við
Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Løgmaður bað um eina viku til 14
dagar til at finna eina loysn á tunnilsmálinum.
Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er
ongin loysn funnin. Samgongan stendur sum ryssa yvir deyðum fyli, tí talan er
um at fremja tvær ovurstórar verkætlanir. Løgtingið hevur greitt sagt, at skal
verkætlanin Eysturoyartunnil fremjast, verður tað sum ein privat íløga, har
íleggjarin ber kostna og vága. Hin íløgan, Sandoyartunnilin, sum nú er dýrkað
úr 600 mió til 860 mió, skal gerast og fíggjast alment. Verða báðar hesar
verkætlaninar framdar sum almennar íløgur, kemur landskassin at hefta fyri
meira enn tveimum mia.
Løgtingsformaðurin hevur sum skilst
longt tíðina hjá Rættarnevndini til at viðgerða øll uppskotini um
undirsjóvartunlar einaferð afturat. Tilboðið frá CIP er galdandi til 31
desember; tá teir endaliga eru úti úr myndini, er vandin stórur fyri at onki
hendir.
Fiskivinnureformur. Landstýrismaðurin i
fiskivinnumálum hevur talað fyri at finna eina breiða politiska semju um ein
fiskivinnureform. Ein bólkur umboðandi allar politisku flokkarnar saman við
umsitingini og fagkunnleikanum í Fiskimálastýrinum, arbeiddi við at finna fram
til eina nýggja skipan, sum skuldi verða galdandi eftir 2018, tá verandi skipan
gongur út. Hetta arbeiði hevur ligið stilt leingi, og ongi fundarboð eru komin
til umboðini úr andstøðuni. Sum skilst hevur verið sera trupult at funnið semju
í samgonguni, og seinastu fráboðaninar eru, at samgongan má fyrst finna síni
egnu bein at standa á, áðrenn andstøðan verður boðsend. Hesin boðskapur kann
neyvan skiljast á annan hátt, enn at trupult verður hjá andstøðuni at fáa ávirkan,
ella sett síni fingramerki á framtíðar fiskivinnupolitikkin.
Hóast vit eru fáment, so prógvar søgan,
at tá tjóðin stendur saman, megna vit at fáa góð úrslit. Tað er at fegnast um,
at politiska skipanin hevur staðið saman um at stuðla landstýrismanninum at
tilluta Føroyum hægri makrel- og sildakvotu. Í ár hava vit prógvað, at vit
eisini megna at fiska kvotuna í egnum sjógvi. Hóast havnastongsul og hóttanir
frá Noreg og EU um meira víðfevnd tiltøk, hava vit megnað at staðið móti
trýstinum. ICES serfrøðin hevur fráboðað, at teir endurskoða sítt tilmæli um mest loyvda veiði av makreli, og
tíðliga komandi ár verður teirra tilmæli møguliga hækkað. Okkara
samráðingarfólk meta, at glottar eru at hóma fyri framman í makrelsamráðingunum.
Orðatakið sigur, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Stongsulin av norskum havnum fyri landing av makreli frá føroyskum skipum hevur gjørt, at vit seinasta ári hava útbygt frystiorkuna á landi munandi. Nú eru møguleikar fyri at goyma stórar nøgdir av rávøru, sum kundu verði góðskaðar á teimum fiskavirkjum kring landið, sum mangla rávøru. Skal hesum virkjum og arbeiðsplássum verða lív laga, má okkurt alternativ finnast, tí vanliga botnfiskaveiðan er munandi minkað, og onki røkist fyri, at nøgdirnar av ráðvøru fara at økjast í bræði.
Talið av skipum og fiskimonnum í
heimaflotanum er minkað munandi, og bólkur 4 og 5 er nærum dottin niðurfyri.
Tað verður ein stór avbjóðing hjá skipunum at fáa lønandi rakstur,
partrolararnir hava havt hall fleiri fylgjandi ár og flestu línuskipini, sum
hava ein meðalaldur omanfyri 40 ár hava somuleiðis órentablan rakstur.
Miðsavnan ella miðspjaðing er ein
viðkomandi spurningur, sum eigur at takast í álvara. Skulu vit sum samfelag
ásanna, at tað ikki ber til at lívbjarga sær á útoyggj vetrarhálvuna ? Við
verandi gongd er trupult at ímynda sær, hvussu lív skal verða lagað, hjá fleiri
av okkara útoyggjum, tí meðalaldurin er høgur og børn og ungdómur manglar.
??toyggjafelagið hevur støðugt roynt at at vísa á avbjóðingarnar, seinast á
útoyggjastevnuni úti í Fugloy. Lítla land okkara verður fátækari, tá tey
seinastu búfólkini flyta og sløkkja ljósið. Her liggur ein avbjóðing hjá
politisku skipanini. Fyrsta treytin fyri trivna er, at atkomuviðurskifti og
ferðasambandið eru í lagi, harnæst skal eisini verða lívsgrundarlag hjá
búfólkunum. Skúvoy er sloppið frá oljutunnunum og arbeitt varð við eini loysn í
Mykinesi, sum IMR hevur stuðlað og skuldi hendan verið komin undir land í ár.
Síðan stóð Fugloy fyri tørni, og harnæst Svínoy. Sjálvsagt eigur tað almenna at
stuðla íløgu í umhvørvisvinarliga grøna orku, til upphiting av sethúsum hjá
fastbúgvandi á útoyggj.
Er vilji, er eisini vón. Klára vit at
venda gongdini í einum lítlum útoyggjasamfelag, kemur tað at skapa ringvirkna
og optimismu. Ein gongd leið var at at gjørt t.d. Skúvoy til royndaroyggj í
eini verkætlan, har nøkur ávís arbeiðskapandi tiltøk vóru sett í verk. Tá
nýggja ferjan er komin, skuldi ferðafólkastreymurin øktst munandi og givið eitt
gott íkast. Hækkaða játtanin til at menna ferðavinnuna, er ein roynd frá
almennari síðu at fáa fleiri ferðafólk hendavegin og harvið bøta um inntøkumøguleikarnar,
innan hesa vinnugrein. Her er ynskiligt, at ferðafólk í størri mun enn nú koma
út kring alt landið, at tey støðga á og gagnnýta ymisku tilboðini í
lokaløkjunum og harvið leggja nakað av peningi eftir seg.
Vinnumøguleikar: Vit skulu sjálvsagt
líta frameftir og tillaga okkara samfelag til tær stóru broytingarnar, sum
altíð møta okkum við skiftandi inntøkumøguleikum.
Vit hava dugað at tillaga okkum broyttu
fortreytunum. Alsamt størri tal av føroyingum leita sær uttanlands í vinnu.
Eftirspurningurin av handverkarum í grannalondunum er nærum óavmarkaður, og
brúk er eisini fyri fiskimonnum og fólki í frálandavinnuni.
Tvær leitiboringar verða framdar í føroyskum øki í 2014. At oljufeløg framhaldandi vilja ofra milliardaupphæddir í einum ???High risk??? øki sigur greitt, at tey trúgva uppá, at tað ber til at finna olju í rakstrarverdum nøgdum, í føroyskum sjógvi. Tí er alneyðugt, at vit í mest møguligan mun brynja okkum til at møta eini føroyskari oljuvinnu, og nógvir føroyingar hava drúgvar royndir bæði on shore og off shore. Við teimum treytum, ið fólkið arbeiðir undir, innan oljuvinnuna, er eingin trupuleiki at búgva í Føroyum og virka hvar í heimi tað skal vera.
Skulu vit varðveita unga fólkið í
landinum, er ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið, at tey ungu velja sær eina
útbúgving og lívstarv, sum ger at tey antin hava møguleika at fáa starv í landinum, ella at tey
virka heimanífrá og pendla. Bestu møguleikarnir fyri útbúgvingum til
slík størv, eru innan handverks- og sjóvinnuútbúgvingarnar. Tí eiga hesar
útbúgvingar at uppraðfestast samsvarandi tørvinum. Eg fari framhaldandi at
virka fyri, at næmingum í 10 flokki skal standa í boði, at fáa Bláu Bók og fyrsta
trygdarskeiði ókeypis. Verður hesin møguleiki til veruleika, fara helst fleiri
ung at taka av tilboðnum, og vit kunnu fáa størri tilgongd til maritimu
útbúgvingarnar.
Tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu
fáa arbeiði, innan ávísar vinnugreinar. Seinasta dømi hoyrdu vit frá
formanninum í lærarafelagnum sum segði, at bert helvtin av teimum nýklæktu
lærarunum, sum komu út úr skúlanum seinasta ár, høvdu fingið starv. Tá ungdómar
skulu taka støðu til, hvønn lestur ella útbúgving, tey skulu fara undir, eigur
teimum at verða veitt holl vegleiðing um, hvørjir framtíðarmøguleikar liggja í
teimum ymisku útbúgvingunum. Eisini eiga tey ungu at fáa vitan um, hvønn
møguleika tey kunnu rokna við at hava, fyri at fáa starv í Føroyum eftir lokna
útbúgving.
Neyðugt verður framyvir at veita stuðul
til fjarlestur, tí tað gerst altsamt meira vanligt við teimum
samskiftismøguleikum, sum eru í dag. Tað kann eisini vera við til at halda
fólki í Føroyum. Tí er gleðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur
sagt, at stuðul til fjarlestur skal verða veruleiki í august 2014.
Innan eldarøkið ynski eg serliga at
nema við politiska málsetningin, at eldri skulu kunna búgva heima sum longst.
Her eigur eitthvørt munagott at verða gjørt, fyri at heima-tænastan kann virka
soleiðis, at skipanin verður lagað til tann einstaka. Frá at vera ein stuðul,
sum veruliga hjálpti teimum eldru, at tey undir virðiligum umstøðum kundu verða
heima, er heimahjálpin í dag ein hjálp, sum bara røkkur tí allarneyðugasta. Tað
er ikki nógv mikið til, at tey eldru kunnu verða verandi heima. Hetta ger, at
trýstið á sambýli, røktarheim v.m er óneyðuga høgt.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum legði
um dagarnar fram álit um nýskipan av heilsuøkinum, og aðalorðaskifti var
fríggjadagin í Løgtinginum. Endamálið við nýskipanini er at styrkja um
sjúkufyribyrging og soleiðis minka um tørvin á sjúkrahúsviðgerð. Tænastan skal
vera nærri borgaranum, og ætlanin er at skipa landið í 5 til 7 sterkar eindir
við hvør sínum heilsudepli. Almanna- og heilsumál eru lønarkrevjandi og dýr
málsøki at umsita. Tí má verða øllum greitt, at neyðugt verður at játta
neyðugan pening, um vit skulu náa málsetninginum í álitinum. Hetta er eitt
alneyðugt arbeiði, sum Sjálvstýrisflokkurin fer at gera sítt til at ávirka.
Vit eiga bæði sum land, tjóð og politiskur flokkur at seta okkum høg mál, sum vit stremba fram ímóti at náa. Uttan visiónir doyr fólkið. Við javnaðarflokkinum á odda bleiv ein 2015 visión sett á breddan, og alt embætisveldið sett nærum í undantaksstøðu at orða setningin, hvør á sínum øki. Nú 2014 stendur fyri durum má ásannast, at lítið ella onkið hevur verið at hoyrt um hesar visiónir og status, hvørjir málsetningar eru náddir og hvat liggur á láni.
Sjálvstýrisflokkurin og framtíðin: 7
politiskir flokkar eru umboðaðir í Løgtinginum og ein tingmaður stendur í
løtuni uttanflokka. Spurningurin er, um tað er neyðugt við so nógvum flokkum á
Løgtingi, um ikki, eigur so at verða pláss fyri Sjálvstýrisflokkinum? Mítt svar
til henda spurning er, at í meir enn eina øld hevur Sjálvstýrisflokkurin myndað
politiska landslagið og flestu árini eisini sitið í samgongu. Ongantíð meir enn
nú er brúk fyri flokkinum á miðjuni, tíðin er farin frá øsingini, um vinstra
høgra ella loysing, samband. Einasta gongda leiðin fram, er samstarv tvørtur um
miðjuna. Hóvliga kós Sjálvstýrisfloksins stig fyri stig er tann ber longst fram
á sjálvstýrisleið. Í skjótt hálvrunnað samgonguskeiðnum, meðan eg havi umboðað
Sjálvstýrisflokkin í landstýrinum, hava Jógvan Skorheim og Kristianna Winther
Poulsen røkt tingsessin. Seinasta veljarakanningin gav øllum samgonguflokkunum
afturgongd, uttan Sjálvstýrisflokkinum. Vónandi er henda kanning ein ábending
um, at rákið er við at venda og vit vinna næsta løgtingsumboðið aftur.
Sjálvstýrisflokkurin hevur verið ein
tann mest sjónligi politiski flokkurin hetta seinasta árið. Nærum dagliga hevur
málið um handfaringina av tunnilsmálinum, Landstýrismálanevnd og setan av
kanningarstjóra, verið frammi í fjølmiðlunum. Ynskiligt var sjálvsagt, at
tingini lagaðu seg ørðvísi, men so skuldi ikki verða. Tað er sjálvsagt truplari
at fáa ávirkan á førda politikkin, tá ein situr í andstøðu. Hinvegin gevur ein
konstruktivur andstøðupolitikkur møguleikar fyri at fáa mál á dagskrá, sum
annars ikki bera til, tá tú er partur av samgongu. Har hava tey ymisku
landstýrisfólkini ábyrgdina av sínum málsøkjum og siðvenjan er, at avmarkaðir
møguleikar eru alment at fara ???inn um mark??? hjá hvørjum ørðum.
Sum flokkur er neyðugt, at markera seg
kring alt landið. Unga Sjálvstýri, Norðoya, Eysturoyar og Streymoyar
Sjálvstýrisfelag, tit hava møguleika við regluligum millumbili at seta
ljóskastaran á tað, sum hendir í nærumhvørvinum ella í miðlunum at gera tykkara
støðu greiða um landspolitisk mál. Valevni til komandi løgtingsval kunnu
somuleiðis regluliga markera síni sjónarmið í miðlunum og vísa á, hvat tey
standa fyri, hvørji mál, tey ynskja loyst og hvussu tað kann gerast. Tað er
millum valini, at møguleikin er at gera vart við seg. Tí er alneyðugt, nú
Føroyar eru eitt valdømi, at tey sum ætla at bjóða seg fram sum valevni, gera
sína ávirkan galdandi í miðlunum. Tá valstríðið er byrjað, druknar alt í
rúgvismiklum tilfari, lyftum og proklamering, tá er ringt at verða hoyrdur úr
mongdini.
Standa vit saman, rógva í takt og lyfta
í felag, tá er framtíð floksins bjørt og vit megna at møta teimum ovurstóru
uppgávum og avbjóðingum, sum liggja fyri framman. Vit sum nú eru uppi á døgum,
byggja á herðarnar á teimum, sum undan okkum gingu og slóðaðu fyri, drivnir
fram á leið av felags sjálvstýrishugsjónini. Um fólkið sær, at orð og gerðir
fylgjast og vit sum valdir eru í fremstu røð ganga sum góðar fyrimyndir, sum
við nøgdsemi og trúfesti standa saman og fylgja tryggu stigvísu kósini móti
sjálvstýri og sjálvbjargni, tá fer stríðið at hepnast og virðingin og
undirtøkan fyri Sjálvstýrisflokkinum at økjast.
Góðan landsfund
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald