Á landsfundinum í dag hjá Sambanmdsflokkinum, hevur Bárður S. Nielsen, formaður, lagt fram sína formansfrágreiðing.
Góðu sambandsfólk!
Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum ein góðan morgun.
Vegna Sambandsflokkin vil eg eisini bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til Landsfundin 2018 ??? øll tykkum, ið fylgja fundinum á netinum, og ikki minst tykkum, ið eru møtt her í dag.
**********
Fyrsta tema, ið vit tríva í í morgun er, at vit skulu menna okkara samfelag. Tað er avgerandi, um Føroyar við tíðini skulu verða í fremstu røð ??? og ikki gerast eftirbátur.
Tíðin í dag setur stór krøv til samfelagsmenningina. Um vit ikki broyta okkum alla tíðina og fylgja við ??? ikki minst við tí, sum fer fram í okkara grannalondum og í umheiminum ??? ja, so er vandi fyri, at vit sum samfelag søkka afturút.
Tí er avgerandi neyðugt, at vit laga okkum til nýggjar avbjóðingar.
Tað hevur gingið væl í Føroyum seinastu árini. Alt hevur gingið við, og tað fegnast vit sjálvsagt um.
Tey flestu munnu vera samd um:
- At Føroyar er eitt av heimsins bestu londum
- At okkara fólk er dugnaligt og framskygt
- Og at vit hava sera stórt tilfeingið, at ráa yvir
Spurningurin er:
- Skulu vit gera, sum vit altíð hava gjørt - og bara fáa tað sama og soleiðis gerast eftirbátur?
- Ella - skulu vit hugsa nýtt, og broyta - fyri at fáa eitt betri og kappingarførari samfelag, har ið allir føroyingar eru vinnarar?
Vit skulu sjálvandi hugsa nýtt, fjølbroytt og stórt. Nýhugsan og broytingar eru lykilin til eina betri framtíð, har ið øll kunnu trívast í okkara fantastiska landi.
Vit broyta fyri at tryggja menning og kappingarførið um okkara størsta tilfeingið.
Tað eru tit, sum virka og búgva í Føroyum. Eisini teir mongu føroyingarnir, sum búgva og arbeiða í øðrum londum. ??ll eru vælkomin at vera við í víðari menningini av samfelagnum.
Kappingin um hendur og heilar er knallhørð. Kapping er sunn, og hon er eisini fortreytin fyri framhaldandi vøkstri og vælferð ??? og tí vilja vit innrætta samfelagið til allar føroyingar.
Har vit við einum sterkum búskapi, hava tryggar sosialar skipanir, og hava arbeiði til allar hendur og allar heilar.
Skal málið røkkast, er neyðugt við greiðum og víðskygdum ætlanum.
Tað skal verða áhugavert, trygt og stuttligt - at vera føroyingur í Føroyum.
Um eina løtu skal eg nema við nøkur av okkara uppskotum, ið flyta Føroyar framá.
**************
Sambandsflokkurin er ein stórur og samansettur flokkur. Og tað áliggur okkum at koma við boðum uppá, hvussu samfelagið skal innrættast. Tað setur stór krøv til okkara, og øll, sum mynda flokkin í tí dagliga.
Hetta gera vit í felag - og vegna flokkin vil eg takka øllum eldsálum kring landið. Sjálvboðin og tey, sum í allari stillheit gera eitt stórt arbeiði fyri okkara flokk. Ikki minst til valini eru tit hollir stuðlar, sum flokkurin ikki kann vera fyri uttan.
Veljarafeløginieru ein ógvuliga týðandi partur av arbeiðinum kring landið fyri at menna og gera politikkin hjá Sambandsflokkinum livandi úti millum fólk ??? tit eru okkara boðberar, og tykkara innsatsur hevur stórt virði.
Okkara flokkur hevur eina sera sterka og virkna tingmanning. Hetta eru roynd og virkin fólk, ið taka sær av dagliga politiska arbeiðinum og syrgja fyri, at politisk úrslit spyrjast burturúr fyri Sambandsflokkin.
Fyrst og fremst eru tað tóveljararSambandsfloksins, ið gera allan munin. Tit halda fast um sambandsvirðini og sosialliberalu grundhugsjónina. Uttan tykkara trúfestið og ótroyttandi vilja, ja so var ongin flokkur.
Tað eru veljararnir - eldsálir - veljarafeløgini - og tingmanningin - ið eiga flokkin - TIT eru Sambandsflokkurin!
Við tykkum er gott grundarlag fyri, at vit framhaldandi kunnu menna og útbyggja samfelagið til framtíðar tørvin hjá okkum, ið búleikast her.
Takk fyri tað!
**************
Vit hava í ár boði danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen til Føroya, saman við konuni Sólrun Løkke Rasmussen. Eg vil í hesum sambandi ynskja teimum báðum hjartaliga vælkomin til Føroya og á Landsfund hjá Sambandsflokkinum.
Eisini hava vit boðið einum umboð fyri fiskivinnuna ella útflutningsvinnuna við á okkara fund, umframt einum umboð fyri tryggingarvinnuna.
Tey eru Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin, og Brian Smedemark, stjóri á Trygd.
Stjórin á Faroe Origin fer at greiða frá sínum royndum og væntanum um framtíðina í flakavinnuni, herundir um virðisøking, útflutningsmøguleikar og hvussu vit kunnu flyta okkum frá, at vera rávøruframleiðari til at gerast matvøruframleiðari.
Okkara borgarar seta alsamt størri krøv um viðgerðartrygd í heilsuverkinum samstundis sum bíðilistarnir í ávísum førum leingjast. Men hvussu kunnu vit, umframt verandi traditionellu atgongdina til viðgerð, veita føroyingum alternativar og skjótari viðgerðarmøguleikar? Tað fer stjórin í Trygd at greiða okkum frá.
Hetta eru mál, sum Sambandsflokkurin hevur sett á dagsskránna, og eru tvey av týdningarmestu málunum fyri at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið Føroyar.
**************
Góðu øll somul - vónandi fáa vit ein gevandi Landsfund. Her verður høvið at umrøða politisku avbjóðingarnar í Føroyum í dag - og framtíðar politisku kósina.
Fólkatingsval og løgtingsval standa fyri framman, og tí fari eg at geva eitt boð uppá, hvussu vit í Sambandsflokkinum kunnu gerast vinnarar og skapa møguleikar fyri aftur at koma í landsins leiðslu.
Politiska støðan í løtuni, har málini hópa seg upp í løgtingsnevndinum, er merkt av atgerðarloysinum hjá samgonguni, ið hevur trupult við, at fá meiriluta fyri sínum politikki.
Sambandsflokkurin fyrireikar seg til val og er til reiðar at fara í eitt valstríð.
**************
Seinastu árini hava vit brúkt til at brynja flokkin til aftur at taka við landsins leiðslu.
Okkara visjónir og politikkur fyri land og fólk eiga at bera í sær, at Sambandsflokkurin fær ávirkan.
Vit eru trúgv móti okkara virðum, og fólk vita, hvar ið tey hava Sambandsflokkin.
Framburður kemur við at seta sær politisk mál og hava dirvið at taka neyðugu avgerðirnar.
Hvat er tað so, ið vit vilja?
- Vit vilja broytingar, sum muna hjá einstaka borgaranum
- Vit vilja vera ítøkilig í okkara vallyftum - og vit halda tað vit lova
- Vit vilja samstarv við aðrar flokkar um breiðar politiskar semjur
- Vit vilja útvikla Ríkisfelagsskapin
**************
Nógv er hent síðani seinasta Landsfund, og politiska støðan og útgangsstøðið í samfelagnum er í støðugari broyting.
??tgangsstøðið hjá Føroyum er gott í løtuni. Stórur búskaparvøkstur, serliga frá øktum fiskakvotum. Lágt arbeiðsloysi, fólkavøkstur, stórar vinnuíløgur, stórt byggivirksemi hjá landi og kommunum, og loksins er eisini avlop á fíggjarlógini.
Tað hevur gingið væl í Føroyum seinastu árini. Tað rekur okkara veg, og tað kunnu og skulu vit, sum fólk verða stolt av.
Framgongdin er skapt av tykkum, sum sita her, og tykkum øllum kring landið, sum lýða á. Tit eru øll eitt stórt aktiv fyri samfelagið, bæði ung og eldri. Ommur og abbar. Foreldur.
Og vit vita, at nógv ung í Føroyum eisini arbeiða og vinna sær pengar, sum verða spardir upp ella brúktir. Júst hetta ??? at tit ungu eru aktiv á arbeiðsmarknaðinum ??? hevur stóran týdning fyri framtíð Føroya.
??ll eru eitt virði fyri samfelagið, tí hevur tað týdning, at samfelagið gevur aftur til teirra, ið hava hjálp fyri neyðini.
****************
Ein nýggj fiskivinnuskipan er sett í gildi frá 1. januar 2018, og eisini er ein pensjónsnýskipan á skrá í hesum døgum.
Men ongin má ivast í, at aðrar og stórar politiskar avbjóðingar standa fyri framman.
Eitt nú at framtíðartryggja samfelagið, t.d. at tryggja Føroyum betri atgongd til ES-marknaðin og bretska marknaðin, serliga nú Brexit er ein nýggj avbjóðing fyri framtíðar atgongd til fiskiskap.
Og so hetta ovurneyðuga ??? at seta í verk viðgerðartrygd fyri allar føroyingar.
Í einum tilfeingisbúskapi vita vit av royndum, at sveiggini í búskapinum kunnu vera stór.
Tí ræður um at planleggja og stýra soleiðis, at hesi sveiggj ikki gera óneyðugan skaða á búskapin og elva til kreppu.
Flestu hava hoyrt, hvussu Búskaparráðið í síni várfrágreiðing ávarar um ovurstóru almennu penganýtsluna. Og tað verður staðfest, at rikin verður ein konjunktur viðgangandi politikkur.
Sambandsflokkurin hevur aftur og aftur ávarað um, at pengarnir fossa úr landskassanum ??? og tað er fakta.
**********************???
Lat okkum nú ??? eina løtu ??? hyggja at politiskum avrikum.
Sambandsflokkurin hevur verið aktivur í andstøðu hesi hálvt-triðja árini.
Vit hava lagt fleiri lógaruppskot fyri Tingið ??? lógaruppskot um at hækka grundarupphæddina til pensjónistar. Løgtingssamtykt um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum.
Uppskot um at økja um okkara útflutningsvirði. Liberalisering av el-orkuøkinum, havbit og skeljaaling. Uppraðfesta lærlingayrkið og onnur uppskot, ið sikta eftir at menna og styrkja samfelagið.
Eisini hava tinglimir floksins sett landsstýrisfólkum eina røð av munnligum og skrivligum fyrispurningum.
Harumframt hava tingfólk luttikið í almenna orðaskiftinum.
Vónandi hava hesi politisku avrik styrkt flokkin og gjørt flokkin sjónligan, soleiðis at hetta fer at síggjast aftur í valúrslitum, bæði til fólkatingsval og løgtingsval.
************
Nøkur mál eru av alstórum týdningi fyri Sambandsflokkin og tær politisku avbjóðingar, sum standa fyri framman.
F??LKAATKV??ÐA UM STJ??RNARSKIPAN F??ROYA
Teirra millum er ætlaða fólkaatkvøðan um sonevndu ???stjórnarskipanina???. Ein fólkaatkvøða og ein skipan, sum eru púra óneyðugar og í grundini eisini burturspilt orka.
Føroyar og føroyingar hava í dag mesta frælsið, ið hugsast kann.
Dagføringar og tillagingar av samstarvinum í okkara ríkisfelagsskapið er ikki ein trupulleiki, tí møguligt er altíð við góðum dialogi, at finna góðar felags loysnir fyri framhaldandi menning av felagsskapinum.
Við teimum mongu møguleikunum, ið føroyingar hava, teljast vit millum heimsins frælsasta fólk.
Føroyingar eru í teirri fantastisku støðu, at veljast kann millum tað allar besta í tveimum ??? og enntá trimum londum.
Tað stendur okkum púra frítt at velja, hvat ið vit vilja, og vit hava í dag full rættindi gjøgnum Ríkisfelagsskapin.
Sambandsflokkurin hevur fullar hyllar av møguleikum til øll. Ikki minst tá ið talan er um at arbeiða úti í heimi, og tá ið vit tosa um útbúgvingarmøguleikar.
Føroyingar eru heimsborgarar, og hvør einstakur hevur í Ríkisfelagsskapinum møguleika at røkka sínum dreymum, ambitiónum og at taka sítt persónliga frælsi har, sum man nú einaferð sjálv ella sjálvur hevur hug til.
Ríkisfelagsskapurin strekkir seg frá Norðurtýsklandið og heilt upp til Norðpólin.
Um vit taka ES-borgaraskapin við ??? tí hann hava vit sum statsborgarar, sjálvt um Føroyar ikki eru við í ES ??? ja, so gevur hetta møguleikar og fullkomið frælsi heilt suður til Miðalhavið.
Hóast allar hesar einastandandi fyrimunir, er fullveldisgrundlógin aftur á breddanum hjá samgonguni ??? og við Javnaðarflokkinum á odda.
Løgmaður - sum eisini er formaðurin í Javnaðarflokkinum ??? sigur, at Landsstýrið miðar eftir einari breiðari semju á Løgtingi, og síðani skal fólkaatkvøða haldast í inniverandi ári.
Lógaruppskot um hesa sonevndu ???stjórnarskipanina??? er til viðgerðar í § 25-nevndini í Løgtinginum, har Sambandsflokkurin hevur 2 umboð.
Høvuðsmálið er at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum. Tað vil skapa óstabilitet, ótryggleika og fremja stór afturstig fyri land og fólk.
Tað skal verða munandi lættari at trýsta loysingina ígjøgnum, og hetta er fyrsta stigið.
Í okkara grannalondum er kravið, tá ið grundlógir skulu broytast, at tað verður samtykt av tveimum tingum við val ímillum.
Hetta er ikki ætlanin við stjórnarskipanaruppskotinum frá Løgmanni, Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum.
Nú skal tað bara vera eitt Løgting, sum eftir nýggju stjórnarskipanini skal kunna loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum.
Hetta er at undirgrava fólkaræðið í Føroyum, og Sambandsflokkurin fer sjálvandi ikki at góðtaka, at fullveldisflokkarnir sníkja loysingina inn gjøgnum bakdyrnar.
*************
Tað er fyri mær óskiljandi, at loysingarsamgongan ??? og enntá Javnaðarflokkurin ??? vil skerja møguleikarnar fyri at tryggja vælferðarstøðið.
Mín áheitan á føroyingar er púra klár!
Veljið eitt sambandsumboð, ið arbeiðir hart fyri at tryggja tína og mína framtíð, tá val aftur verður til Fólkatingið.
Vit skapa úrslit, til frama fyri Føroyar og føroyingar. Okkara umboð hava víst í verkið, at vit skapa nógv og góð úrslit.
Okkara flokkur er hóvligur, semjusøkjandi og samstarvssinnaður.
Vit vilja varðveita og útvikla ríkisfelagsskapin, og vit síggja, hvussu verandi fólkatingsumboð gera tað øvugta.
Tí er avgerandi, at eitt umboð fyri Sambandsflokkin verður valt á Christiansborg, so vit fáa viðurskiftini aftur í rættlag
********************
Frá fyrsta degi hevur Sambandsflokkurin ført fram, at sonevnda ???stjórnarskipanin??? leggur upp til eina konfrontatión ??? ein samanbrest ??? í Ríkinum.
- Er tað gott fyri Føroyar og føroyingar?
- Fremur tað samanhald?
- Styrkir hetta okkum sum land og tjóð?
NEI, hetta fer tíverri at spjaða okkum, heldur enn at savna okkum, so sum formaðurin í Javnaðarflokkinum annars legði upp til í Nýggjársrøðuni.
**************
Nógv hevur verið gjørt burturúr tulkingini hjá donskum myndugleikum. Aftur og aftur verður sagt, at Lars Løkke Rasmussen hevur góðkent nýggju útgávuna av Stjórnarskipanini.
Tað er ein sannleiki við modifikatiónum!
Tulkingin gongur í stuttum uppá, at Stjórnarskipanin virðir Grundlógina, sum hægstu rættarkeldu í Føroyum.
Men í Løgtinginum sigur Tjóveldið, at Stjórnarskipanin er evsta lóg.
??? Tað er tulkingin hjá Tjóveldið, og vónandi hava øll fingið tað við.
Tá hava vit longu konfrontatiónina millum Føroyar og Danmark.
Valið er einfalt. Annaðhvørt er man innan fyri felags grundlógina og við í Ríkisfelagsskapinum. Ella er man uttan fyri felags grundlógina og úti úr Ríkisfelagsskapinum.
Her mást tú velja, hvat ið tú vilt fyri teg sjálvan, fyri framtíðina hjá tær, tínum børnum, og teirra børnum.
Hetta verður eitt álvarsligt val, sum fær týdning fyri teg og tínar eftirkomarar í alla framtíð.
Føroyar er eitt lítið land, og uttan Ríkisfelagsskapin er Danmark eisini eitt lítið land í heimshøpi. Og eingin ivi er um, at í okkara felagsskapi standa øll trý londini munandi sterkari.
Vit mugu tíverri staðfesta, at stórar avbjóðingar eru í heilsuverkinum.
- Trupult er at fáa kommunulæknar til ymsu økini í landinum.
- Tað sama er galdandi við læknum til ymisku serøkini í sjúkrahúsverkinum.
- Sálarliga heilsan er afturúrsigld
- Rehabiliteringin skal raðfestast
Eitt vælvirkandi heilsuverk er eitt av týdningarmestu hornasteinunum í okkara vælferðarsamfelag.
Sambandsflokkurin vil tí, seta neyðugar resursir av til økið.
Vit skulu velja, hvørji serøki skulu verða í føroyska heilsuverkinum, og útgera okkum fult út á teimum økjunum.
Eg taki undir við formanninum í læknafelagnum um, at tað krevur eina langtíðarætlan, soleiðis at teir læknar, sum kunnu enda í hesum størvum um 5 ??? 10 ár, kunnu innrætta sítt familjulív eftir hesum.
Eisini er neyðugt, at vitanin og amboðini verða endurnýggja alla tíðina.
-----------------
Sambandsflokkurin vil seta í verk eina viðgerðartrygd.
Málið er, at borgarin fær vanligar viðgerðir innan ein mánað.
Sjúklingar við sálarligum og likamligum sjúkum skulu líkastillast, hvat viðgerðartrygd viðvíkur.
Føroyar hava valt eina fólkaræðisliga vælferðarskipan, sum eisini er høvuðstáttur í sosialliberalu hugsjónini hjá Sambandsflokkinum.
??ll hava atgongd til almennar tænastur sum t.d. skúla, heilsuverk og almannaverk - uttan mun til inntøku og støðu annars.
Enn er tó nógv at gera á heilsuøkinum.
Rehabiliteringin er ein týðandi táttur, og sum eitt framkomið land, skulu okkara borgarar hava góð tilboð um endurvenjing.
Vit hava øll havt onkran, ið hevur verið sjúkur. Vit kenna hesa óendaligu bíðitíðina.
Fyrst at fáa at vita hvat feilar, síðani at bíða eftir viðgerðini ??? og oman á alt, at stríðast við endurvenjing.
Hetta snýr seg um virðiligheitina hjá tí einstaka borgaranum. Tær og tínum, at koma skjótast tilber útaftur til eitt virkið og virðiligt lív.
Tí hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri, at hetta skal fáast at virka, sum skjótast.
**************
Eg havi sagt tað fyrr, og kann endurtaka tað her, hví mangla pengar til eitt nú heilsuverkið.
Niðurskurðurin av ríkisveitingini bleiv gjørdur í óðum verkum, yvir nátt, tí at fullveldissamráðingarnar vóru slitnaðar, og fullveldissamgongan hevði mist alt á gólvið.
Hóast vit hava havt búskaparligt viðrák seinastu árini, mangla framvegis pengar til so týðandi økið, sum okkara heilsuverk.
Fullveldisflokkarnir mugu siga Føroya fólki, hvar pengarnir, sum mangla til vælferðarøkini, skulu koma frá.
**************
Sambandsflokkurin vil tryggja tær og tínum neyðugar viðgerðir.
Manglandi viðgerð kann í longdini gerast dýrari, tí fólk ikki sleppa aftur til arbeiðis ??? og oftani fáa fólk aðrar trupuleikar at dragast við, bæði likamliga og sálarliga.
Sambandsflokkurin fer at virka fyri, at bíðilistar til sjúkraviðgerðir generelt verða styttir.
Vit standa við okkara ætlan um viðgerðartrygd í samstarvi í Ríkisfelagsskapinum.
Samgongan við Javnaðarflokkinum á oddað hevur strikað allan samanhang millum ríkisveitingina og vælferðarøkini, soleiðis sum tað hevur verið ásett síðani byrjan.
Við hesum í hugað kundi verði áhugavert, at vit marka ríkisveitingina til heilsuverkið, so føroyingar komu undir viðgerðartrygdina í ríkinum.
Ein nýggjur leikari, er komin á vøllin í samband við viðgerðartrygd.
Tað er nú møguligt, at tekna eina trygging fyri viðgerðartrygd - Sum eg havi fingið upplýst, veitir viðgerð innan 10 dagar.
Allir føroyingar kunnu við hesum, verða tryggjaðir fyri 100 mió. kr. um árið.
Hetta koma vit, at hoyra meira um seinni í dag, tá ið umboð fyri eitt tryggingarfelag kemur at greiða frá hesum.
??TB??GVINGAR
Tit ungu í dag, verða meir og minni áløgd, at fáa tykkum eina útbúgving - samfelagið, foreldur og onnur, síggja tað sum eina sjálvfylgju.
??tbúgving er eisini lykilin til eina bjarta framtíð, fáa tey ungu í dag at vita ??? og ja tað er nakað í hesum, tí samfelagið setur krøv, arbeiðsgevarin setur krøv og umhvørvið setur krøv.
Eg eri samdur um boðskapin.
Tí er umráðandi, at vit bjóða tykkum ungu tær útbúgvingar, samfelagið hevur tørv á, og sum tit vilja hava. Tað skal verða eitt samspæl millum tørv og ynskir.
Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at víðka møguleikarnar hjá ungum gentum og dreingjum, at taka sær útbúgvingar innan handverk og aðrar tænastuvinnur.
Tað skal verða javnsett við aðrar miðnámsútbúgvingar, at fara handliga vegin.
Her føli eg, at vit hava eina ábyrgd yvirfyri tykkum ungu.
Tað skal verða líka natúrligt, at fara í smiðjulæru ella handverkslæru, sum tað er at fara á student ella handilsskúla.
Samfelagið hevur brúk fyri hesum førleikum, nú og eisini frameftir.
??ll lesandi skulu hava rætt til útbúgvingarstuðul eftir 10. Flokk - í dag skal tú verða 18 ár fyri at fáa stuðulin.
Her eiga tey lesandi, at verða javnsett eftir, um tey eru úti- ella heimabúgvandi, ikki eftir aldri.
Gymnasialu útbúgvingarnar skulu skipast soleiðis, at tað veitir einstaka næminginum mest og best hóskandi útbúgvingartilboð.
??tbúgvingartilboð, stuðulsskipanir o.t. innan hægri útbúgving skulu leggjast soleiðis til rættis, at tað er frítt hjá teimum lesandi at velja útbúgvingarslag og útbúgvingarstað.
Fyri at tryggja menning av hægri útbúgvingum og grannsking hevur Sambandsflokkurin skotið upp, at byggja eitt kampusøkið til Fróðskaparsetur Føroya, mentanarstovnar og annað vitanarvirksemi.
Lat okkum tríva í ONNUR POLITISK MÁL
Marknaðaratgongd til ES
Vit mugu staðfesta, at traditionella útflutningsvinnan hevur havt avbjóðingar, at tillaga seg altjóðagerðini.
Partar av vinnuni hava ikki klárað at automatisera og effektivisera arbeiðsgongdir, við tí úrslitið, at rávøran verður framleidd í láglønarlondum.
Við ørðum orðum - vit mugu gera okkara framleiðslu smartari og effektivari við tøkniligum frambrotum og loysnum.
Nú er vinnan á einum vegamóti. Neyðuga vitanin og kapitalurin eru til staðar, og vinnan er so smátt farin, at flyta seg frá rávøruframleiðara til matvøruframleiðara.
Endamálið er at skapa fleiri og nýggj arbeiðspláss, og hervið skapa eitt meirvirði til vinnuna og samfelagið.
Treytin fyri, at hetta kann lata seg gera, eru betraðar handilsavtalur við ES um fiskavørur, sum tryggja fría atgongd til ES-marknaðin - fiskaútflutningur uttan tollforðingar.
Sambandsflokkurin hevur í einari løgtingssamtykt í 2017 heitt á landsstýrið um at fara undir samráðingar og gera nakað við málið.
Tíverri sær tað út til, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevur brúkt orkuna uppá, at renna á dyrnar hjá EFTA, heldur enn at brúka orkuna uppá ES, sum veruliga munar.
Í nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi verður lagt upp til at virðisøkja okkara tilfeingi úr havinum mest møguligt.
Eg tori at siga, at henda partin kann Sambandsflokkurin ogna sær ein stóran part av, tí vit hava sett fokus á hetta seinastu árini.
Virðisøking av okkara sjófeingið er av alstórum týdningi. Okkara aðalmál er, at alt verður gagnnýtt, og eiga vit at tryggja, at hetta verður gjørt bæði umborð á skipum og virkjum á landið. Ein skipan fyri hvussu alt verður tikið til lands skal fremjast saman við vinnuni.
Virðisketan í fiskivinnuni ella tilgongdin við meirvirking byrjar longu, tá fiskurin verður veiddur og heilt til hesin er á marknaðinum sum konsumvøra.
Tí verður eisini neyðugt við íløgum í nýggja útgerð umborð á okkara veiðuførum og íløgum í nýggj skip. Henda tilgongdin eigur at byrja ongantíð og skjótt.
Grundupphæddin til pensjónistar
Sambandsflokkurin hevur í longri tíð mótmælt niðurlagingini av grundarupphæddini í pensjónini og hevur eitt uppskot í Tinginum um, at hækka hana aftur upp á tað støðið, sum samgongan skerdi hana við.
Víðari hevur Sambandsflokkurin sett hesa hækking sum treyt fyri at gerast partur av einari breiðari politiskari semju um eina pensjónsnýskipan.
Samgongan valdi heldur, at niðurlaga grundarupphæddina enn meira.
Endamálið við eini pensjónsnýskipan er, sum tað fyrsta, at tryggja øllum eina góða pensjón, og sum tað næsta, at tryggja haldføri í búskapinum.
Búskaparráðið staðfestir, at niðurlagingin av grundarupphæddini, ikki betrar um haldføri í búskapinum.
Tí spyrja vit, hvat skal hetta til? Hví skal grundarupphæddin niðurlagast ?
Svarið er greitt. ??treiðslurnar til pensjónistarnar skulu fjalast. Tær skulu ikki síggjast á fíggjarlógini.
Heldur verður skatturin ??? gjaldið til Samhaldsfasta, hækkað við 225 mió. svarandi til eina hækking á 15% av landsskattinum.
Tað svarar til, at ein skattaborgarin, sum í dag rindar 100 túsund í landsskatti, frameftir skal rinda 15 túsund meira, altso, 115 túsund í landsskatti.
Skattaskrúvan verður snarað, men tað skal ikki síggjast á fíggjarlógini, tí tað verður inngoldið í ein annan almennan kassa, Samhaldsfasta.
Sambandsflokkurin bjóðar seg til, at gera eina semju um framtíðar pensjónir, har treytin er, at grundarupphæddin verður varðveitt.
***********************
Liberalisering av elorkuøkinum - ein nýggjur orkupolitikkur
Sambandsflokkurin skipaði í apríl 2017 fyri einari stórari orkuráðstevnu við politiskum og fakligum framløgum og kjaki.
Endamálið við ráðstevnuni var, at flokkurin hevur eina politiska ætlan um menningina á orkuøkinum.
Sambandsflokkurin hevur nevnliga nakrar ítøkiligar loysnir at vísa á - loysnir, sum eru bæði realistiskar og ambitiøsar, og sum veruliga kunnu førka okkum á grønu kósini frá olju til varandi orku.
Higartil eru bara gjørdar onkrar tilvildarligar orkuloysnir til at førka okkum á mál, við grønu kósini.
Talan er um politisk tiltøk og karmar, ið muna so lítið, at tey als ikki bera á mál í 2030, soleiðis sum lagt verður upp til.
Hesar metingar, um at tað í Føroyum verður ógjørligt at náa á mál í 2030, eru fleiri altjóða serfrøðingar samdir um.
Vit eiga tó, at gera alt tað vit kunna fyri at náa hesum.
Sambandsflokkurin hevur tí lagt uppskot fyri Tingið um, at arbeiða við eini liberalisering av elorkuøkinum í Føroyum.
Roynt verður at fáa breiða politiska undirtøku fyri, at fleiri munagóð tiltøk og bygnaðarbroytingar kunnu setast í verk, fyri at verulig gongd kann setast á at menna orkuøkið í Føroyum, og soleiðis at vit skjótt og trygt kunnu førka okkum frá olju til varandi orku.
Tøkniliga menningin krevur optimalt undirstøðukervi
Tøkniliga menningin sum við risalopum er á veg kring allan heimin og sum eisini vit eru ein partur av, setir stór krøv til okkum og skapar nýggjar møguleikar fyri føroyingar í altjóðagerðini.
Tøkniliga vælútbygt undirstøðukervið er sera vitalt fyri okkum í Føroyum. Vit eiga tí at útbyggja FIPUR og luftborna skjóta tøkni um alt landið.
Slík útbygging flytir Føroyar í fremstu røð tøkniliga og skapað nýggir møguleikar og spennandi arbeiðspláss.
Alingin
Alingin stendur fyri meira enn helminginum av okkara útflutningi og hevur gongdin verið nærmast ævintýrlig.
Vit skulu tryggja at alingin framhaldandi verður ein av okkara vinnuligu lívsærðum við skynsomum áhaldandi dagføringum, við framleiðslumenning og heilsu- og umhvørvisvernd fyri eygað.
Størri smolt áðrenn útseting kemur at verða gott fyri sjúkufyribyrgjan, umframt at gera okkum før fyri at alað størri mongdir, tí tíðin á sjónum verður munandi stytt til tøku.
Vit skulu áhaldandi skapa góðar karmar, fyri bæði landaling og sjógvaling.
Pelagiska vinnan
Pelagiskan vinnan hevur eisini framt stórar og mennandi verkætlanir seinastu árini og skulu eggjast til, at gera framleiðsluna meira virðisskapandi.
Her vilja vit tryggja góðar avtalur um marknaðaratgongd, tí tað er lykilin til at vit kunnu fáa meirvirkan framda her á landið.
Annar fiskiskapur
Vit mugu eisini tryggja og hava sum krav, at øll okkara rættindi verða veidd og fult gangnýtt. ??ll okkara fiskirættindi skulu veiðast, bæði á nær og fjarleiðum.
Ferðavinnan
Strategiin fyri ferðavinnuna sum bleiv framd og sett í verk undir seinastu samgongu hevur eydnast sera væl og er Føroyar sett á heimskortið í stóran stíl, síðan hendan fór av bakkastokkið.
Tað frøast vit um, og eisini at ein ætlan nú er sett i verk um innlendis menning av ferðavinnuni og hesum takað vit fult undir við.
Nógv nýggj og spennandi størv eru skapt, og framvegis eru stórir møguleikar, bæði í gistingarvinnu, matstovuvinnu, ferðafólkaflutnings- og upplivingarvinnu, flogvinnu og hjá ørðum privatum útbjóðarum av tænastuveitingum.
Við hesum nýggja vinnuliga beininum seinastu 4 árini, og í komandi árum verða fleiri, og frøast vit um, at nú eisini verða framdar hotelbyggingar fyri at verða før fyri at takað ímóti væntaða vaksandi ferðafólkatalinum.
Her eru møguleikar, at fólk bæði í bygd og bý kunnu skapað sær vinnumøguleikar og viðvirka til áhaldandi menningina.
Vit vilja gera okkara part fyri at karmarnir til hesa nýggju vinnu eisini eru optimalir.
Veljarafeløgini eru ein ógvuliga týðandi partur av arbeiðinum kring landið fyri at menna og gera politikkin hjá Sambandsflokkinum livandi úti millum fólk.
Tað er stórur munur á, hvussu virkin feløgini eru - nøkur eru als ikki virkin, meðan nøkur eru meira og minni virkin.
Nøkur av høvuðsendamálunum hjá veljarfeløgunum er, at skipa fyri politiskum virksemi og upplýsing, og ikki minst at rekruttera valevni.
Henda gongdin við vantandi virksemi í veljarafeløgunum hevur staðið uppá í nógv ár.
Eitt av mínum málum, sum formaður var, at fáa feløgini meir virkin ??? tað er misjavnt hvussu tað hevur hepnast.
Tíðin er komin, har vit eiga at viðgerða, um bygnaðarbroytingar í flokkinum kunnu viðvirka til, at flokkurin gerst meira virkin og sjónligur úti í økjunum - ikki bara uppundir eitt val, men eisini millum valini.
Vanligu limafundirnir lokka ikki fólk á fund, men um evni er viðkomandi, møta fólk.
Tað sóu vit, tá ið veljarafelag Sambandsfloksins í Suðurstreymi, skipaði fyri einum størri tiltaki 10. januar í ár
Tað varð ein almennur politiskur kjakfundur í Tórshavn, um ætlaðu stjórnarskipanina.
Undirtøkan var stór til henda fundin og takk til tykkum, sum skipaðu fyri og vóru við til at varpa ljós á hetta fyri Sambandsflokkin og framtíð Føroya, týdningarmiklað mál.
POLITIKKMENNNING Í SAMBANDSFLOKKINUM
Ein flokkur uttan eina ???politiska vøru at selja??? hevur onga framtíð, og hann vil so smátt detta burtur ímillum í kappingini um veljararnar.
Tí avgjørdu vit í 2015 at skipa eina verkætlan um politikkmenning.
Endamálið var at gera ítøkiligar politikkorðingar fyri ymsu málsøkini - alt við útgangsstøði í stevnuskránni hjá flokkinum, verandi støðu í samfelagnum og vinnuni við teimum avbjóðingum og trupulleikum og møguleikum, sum eru fyri politiskum loysnum.
Fleiri arbeiðsbólkar eru lidnir við sínar politikkorðingar og skal tilfarið síðan viðgerðast víðari og góðkennast í tingbólkinum og Landsnevndini.
Politikkorðingarnar er ein partur av grundarlagnum at gera valskrá, føra valstríð og føra politikk í einari samgongu.
Politikkorðingar skulu brúkast til verandi og nýggj valevni - nakað, sum verður eftirlýst til hvørt val, men sum nú loksins gerst veruleiki.
Stóra tøkk til tykkum øll, sum hava lagt orku og tíð í hetta arbeiðið.
??rslitið frá hesum verkætlanararbeiðinum hjá Sambandsflokkurin er nú komið so mikið áleiðis, at farið verður undir at leggja út alment politikkorðingar fyri fleiri málsøki.
Hetta verður eitt stórt framstig í arbeiðinum at kunna veljaran um, hvat flokkurin meira ítøkiliga stendur fyri í sínum politikki -fólk skulu vita, hvar tey hava Sambandsflokkin.
**********
Tað er millum valini, at Sambandsflokkurin skal vinna komandi løgtingsval og fólkatingsval - og ikki bert 4-6 vikur áðrenn valdagin.
Flokkurin arbeiðir við at menna politikkin, virka konstruktivt í politiska arbeiðinum, og annars vera til reiðar til eitt komandi val.
Tað ræður um at lurta, eygleiða, velja út, og loysa tey mál, sum gagna breitt og gagna áhugabólkum við serligum tørvi á hjálp, og annars vera framsíggin ??? vit skulu verða uppá forkant.
Við at seta okkum spurningin:
- Hvat tørvar ungdóminum?
- Hvat tørvar familjunum?
- Hvat tørvar teimum eldru?
Ungdómur, sum fer undir lestna, hevur tørv á góðum stuðulsmøguleikum og tryggum bústaðarviðurskiftum.
Familjurnar hava tørv á tryggum kørmum til børnini og stabilum fíggjarviðurskiftum.
Tey eldru hava tørv á fíggjarliga tryggum kørmum, góðari og fyribyrgjandi heilsuviðgerð, og røkt.
Sambandsflokkurin fyrireikar seg til eitt komandi løgtingsval og fólkatingsval og er til reiðar at fara í eitt valstríð.
ENDI
Góðu sambandsfólk!
Fremsta málið hjá Sambandsflokkinum vil altíð vera, at føroyingar allir trívast í okkara fantastiska landi.
At tjóðin mennist, úti og heima, við møguleikum, spennandi avbjóðingum og fyritakssemi, ið skapar framgongd og vøkstur fyri øll.
At tað skal loysa seg, at gera ein innsats.
At vinnulívið er við til at fíggja vælferðina, ið øll hava javnbjóðis atgongd til.
At vit lofta og hjálpa veikum bólkum í samfelagnum.
At samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er ein lykil til gott samstarv, menning fyri øll ??? og økta felags vælferð.
Føroyingar hava atgongd til tað besta úr tveimum londum, ja enntá trimum, sum tilsamans eru heimsins smørhol.
So mong vórðu orðini - og við hesum leggi eg upp til politiskt orðaskifti.
Framhaldandi góðan landsfund øll somul.
Takk fyri!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald