Sjógvur & Fólk nr. 2 er útkomið og verður í hesum døgum borið út í hvørt húski í Føroyum umframt vinnuligar postsmogur.
Høvuðssøgan snýr seg um at fiskivinnan og alivinnan streingja á fyri at virðisøkja meira í Føroyum, men virðisøking er lættari sagt enn gjørt. Blaðið hevur m.a. stóra samrøðu við Regin Jacobsen, forstjóra í Bakkafrost, umframt við Boga Rasmussen, stjóra á Larsen Seafood í Týsklandi, sum klaksvíkingar herfyri keyptu. Eisini eru frásagnir frá fleiri øðrum leiðandi føroyskum fiskaframleiðarum, bæði innan uppisjóvarfisk og botnfisk.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ávarar ímóti avgjøldum á vinnuna og mælir samstundis til at sláa hart niður á ???ólógliga arbeiðskraft??? og ???trælahandil???.
Týdningurin av fiskivinnuni fyri samfelagið er størri enn mong ímynda sær, vísir stjórin í Reiðarafelagnum á. Herálvur Joensen sigur seg vóna og rokna við at tað nýggja landsstýrið fer at leggja dent á gott samskifti við vinnuna og at komandi fiskivinnu nýskipanir byggja á hetta.
???Feløg sum ráða yvir rættindum einans í styttri tíðarskeið kunnu ikki gera langtíðar íløgur,??? skrivar Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum, og leggur afturat: ???At selja kvotur á uppboðssølu er eitt vandamikið experiment at fara í holt við. Royndirnar eru sera fáar og úrslitini vánalig í allar flestu førum.???
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og formaður í Fiskidaganevndini, skýtur upp at broyta verandi skipan við tveimum ymiskum tilmælum til fiskimálaráðharran um fiskidagar, soleiðis eitt nýtt Fiskivinnuráð ístaðin ger eitt felags tilmæli frá fiskivinnu og fiskifrøðingum ??? og Fiskidaganevndin verður avtikin.
Handilsskipavinnan í Føroyum stendur í menning og partur av frágreiðingini tykist vera at Føroyska Altjóða Skipaskráin (FAS) fær alsamt fleiri útlendsk reiðarí at skráseta síni handilsskip í Føroyum. Samstundis eru avbjóðingarnar fleiri tá talan er um menning og marknaðarføring av FAS og føroyskari handilsskipavinnu ??? skulu vit hava minni almenna stýring av hesari vinnu, ella skulu vit tora betur at seta størri krøv til útlendsk reiðarí, verður m.a. spurt.
Sjógvur & Fólk nr. 2 kann eisini lesast talgilt áwww.sjogvurogfolk.com, umframt at ein PDF útgáva liggur áwww.sjogvurogfolk.com/PDF/SF-02_LORES.pdf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald