Ítróttur

Formaðurin: Nú eiga vit at fara út í Europa at spæla

...

2015-04-12 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir seinnu FM-finaluna fingu vit fatur á formanninum hjá VÍF, Áka Olsen.

Vit spurdu hann fyrst, hvussu hann upplivdi dystin.

- Man kom í høllini, og tað var rættuliga góður stemmingur langt áðrenn dystarbyrjan. Fyrri hálvleikur endaði 10-10, men eg má siga sum er, eg helt at H71 hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki, og at VÍF rann eitt sindur aftaná, men teir seinastu 20. min. tá haldi eg at VÍF var omaná.

Vit spurdu so Áka, hvat hann helt at Ingi og hansara menn gjørdu rætt teir seinastu 20. min.

- Eg haldi at teir duga væl at skifta út, og at brúka kreftirnar á liðnum. Eisini dugda teir væl at finna tey veiku punktini hjá H71, so hvørt dysturin líður.

Vit spurdu hann eisini, hvussu tað er sum formaður at vinna greipuna.

- Tað sigur seg sjálvt, tað er heilt fantastiskt, tað er bara ein dreymur, sum ein og hvør formaður hevur.

Til síðst spurdu vit hann um VÍF nú fór út í Europa at spæla.

- Eg haldi at vit skulu fara út í Europa at spæla, tá eg spældi sjálvur tá fóru vit í Europa Cup, og tað haldi eg eisini at VÍF eigur at gera nú, tí vit hava so gott lið. Nú mugu vit so práta um tað, og vita hvat spælarnir siga, segði Áki Olsen við JN.fo eftir dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder