Løgtingsmál nr.XX/2016. Uppskot til samtyktar um atansingargjald skal fylgja barninum
Uppskot
til
samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot,sum gevur kommunum heimild at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin kostarfyri kommununa, so foreldur sjálvi fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn.
Viðmerkingar
Barnaansing er í dag ein tænasta, sum allar kommunur bjóða sínum borgarum.Ein góð tænasta, tó ikki fyri øll. Tænastan er ikki gjørd til tey við ???skeivum???arbeiðstíðum, tvs. arbeiði, sum ikki bara er gerandisdagar millum kl. 7 og 17.
Tænastan er ikki nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á td. døgnstovnum. Nevnastkunnu sjúkrahús, røktarheim og onnur heim. Sama ger seg galdandi áfiskavirkjum, har fólk arbeiða tveyskiftisvakt, har onnur hvør vika erkvøldarbeiði.
Tíðin er komin at gera frælsi størri, og harvið tænastuna fyri øll. Taðkann gerast við at lata peningin fylgja barninum.
Tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommunum. Men fyritær allar flestu, er kostnaðurin millum 60.000 og 80.000 kr um árið fyri hvørtbarni. Í meðal rinda kommurnar uml. 70.000 kr um árið fyri hvørt barni.Harumframt er foreldragjald. Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, menforeldur rinda uml. 20.000 kr um árið fyri hvørt barni í foreldragjaldi.
Tað merkir, at um foreldrini kundu ráða yvir peninginum, so høvdu tey uml.90.000 kr um árið fyri hvørt barni.
Um foreldur fingu hesar 90.000 kr at ráða yvir fyri hvørt barni, kundu teyvalt at keypt tænastuna frá kommunalu barnaansingini.
Eisini kundu námsfrøðingar og onnur stovnað privatar ansingarstovnar, ogbjóða foreldrum ansingartænastu. Arbeiðspláss kundu bjóða ansing, har foreldurvóru saman við børnunum í steðgum. Au-pair kundi eisini verið ein møguleiki.Annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst umansing. Við 90.000 kr um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugast, at summiforeldur kundu havt fíggjarligan møguleika at ansa sínum børnum heima.
Uppskotið leggur upp til, at kommunur fáa heimild at rindaansingarkostnaðin til foreldur og geva teimum frælsi at velja ansing fyrisítt/síni børn. Um møguleikin verður har, er lítið at ivast í, at kommunur faraat brúka møguleikin og fáa nøgdar barnafamiljur at búseta seg í júst sínikommunu. Eisini hevði tænastan tá verið fyri øll, eisini tey, sum arbeiða???skeivar??? arbeiðstíðir.
ÁLøgtingið, 7. mars 2017
Jørgen Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald