Í orðtøkum Sálomos 22, 6 stendur hesin einastandandi lærdómur, ið er ein beinleiðis eggjan til øll foreldur um, at kveikja gudiligan áhuga í barnasálina. Skrivað stendur:???Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.??? Hetta inniber, at øll ábyrgdin liggur á foreldrunum um, at fylgja ráðgeving Guds. Tað vil siga, at vit ala børn okkara upp í náði Guds, og á tann hátt læra tey hina gudiligu leiðina, ið tey skulu ganga.
Tað er av stórum týdningi, at tú ert greiður yvir hin avgerandi munin á, at ???siga??? børnunum leiðina og at ???læra??? tey leiðina, ið tey skulu ganga. Í hesum samanhanginum merkir orðið ???lær,??? at ???girða inni??? á hebraiskum máli. Orðið inniber eina ímynd um neyt, ið verða rikin eftir eini tryggari leið við girðing uttanum, inntil tey koma í eina endaliga rætt.
Hesa vælsignaðu leiðina, ið førir menniskju inn í ríki Guds, hevur Hann fyriskipað og gjørt klára til tín at ganga á. Tað er neyvan av tilvild, at orðið ???vegurin??? varð eitt vanligt nýtestamentligt heitið ímillum lærusveinar Jesusar. Tí Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Hann er einasti vegurin aftur til Gud. Og tað er mín ábyrgd at kunngera hitt kraftfulla evangeliið fyri menniskjum, ið leiðir tey, sum trúgva orði Guds inn á frelsuvegin.
Tað sæst týðiliga í orðt. 22, 6, at andaliga venjingin hjá børnum okkara má byrjast frá heilt ungum aldri. Tí, um foreldur ikki boyggja barnsins vilja so skjótt foreldrini avdúka uppreisturin í syndafullu náttúru okkara, so vaksa tey upp og kunnu skjótt enda sum hjartaknúsarar. Barnauppfostran skal vera umfatandi og regluføst. Tað eru fýra økir, ið skulu røkkast og stýrast.
Barnasinni:
Barnasinni er tað fyrsta, ið vit skulu hyggja at. ??ll útbúgvingarskipanin í hesum verðsliga heimi, er sett í eitt ávíst gear fyri, at fokusera sinn okkara til at lovprísa heimsins raðfestingum og prinsippum innan politikk, filosofi, vælferð, framburð og ríkidømi.
Endamálið við flestu verðsligu útbúgvingunum er, at fyrireika børnini at eydnast væl í heiminum. Ein heimur, ið einans stáplar upp á beinini sína egnu list, vísindi, religiónir, hetjur og idolir.
Men endamálið hjá kristnum foreldrum við børnum teirra má verða annarleiðis. Vit mugu læra børn okkara at festa eyguni á tað óforgeingiliga. Og at seta stavnhaldið ímóti tí komandi heiminum.
Í 1. Mós. 4 lesa vit um eftirkomarar Káins, harí vit fáa eitt glimt av eini ætt, ið einans livir fyri hesum verðsliga heimi. Akkurát sum mong menniskju liva her heima í dag. Hinvegin, í 1. Mós. 5 lesa vit um eftirkomarar Sets, harí vit fáa eitt annað glimt av eini aðrari ætt, ið veruliga livir fyri tí komandi himmalska heiminum. Legg til merkis andaliga skilnaðin ímillum lívsleiðirnar báðar, ið byrjar tíðliga í bíbliu okkara.
Tískil mugu kristin foreldur eisini byrja tíðliga við kristiligu uppalingini hjá børnum teirra. Eini góð ráð til kristin foreldur eru, at leggja eitt trygt bíbilskt grundarlag undir børn síni ??? heilt fram til skúlaaldur. Og harfrá byggja við orði Guds á hetta støðufasta grundarlagið tey næstu 10 árini. Við hesum framferðarháttinum verður fulla ráð Guds planta trygt inn í barnasinni ??? soleiðis, at eingi verðslig árin og avbjóðingar skulu vika myndugleika bíbliunnar.
Barnahjarta:
Tað næsta øki, ið skal røkkast og stýrast hjá barninum er hjarta. Ræðið yvir kenslunum hjá børnum okkara má skjótast gjørligt handast Kristusi. Orsøkin til tað er hin sjálvtýnandi egoisman, ið heilt frá byrjanini hevjar seg í barnahjørtunum. Tað er eitt stórt andaligt arbeiði at vera foreldur, ið krevur eina heilaga og kærleiksfulla atferð við guddómligum myndugleika. At foreldur virka bestu kor og umstøður hjá børnum okkara fyri, at tey skulu vaksa upp saman við Kristusi og framhaldandi mennast andaliga, sum ung fyri Kristus.
Minst til, eitt hvørt barn hevur innbygd evnir til at rúma kærleika og hatur, látur og grátur, tráan, ótta og vón. Men við syndafallinum, ið kemur til sjóndar frá tí fyrru føðingini, ið er illa merkt av syndini eru bæði sinnisligar andsagnir og bland komið í kenslur okkara. Tískil mugu vit venja børn okkara skjótast gjørligt at toknast, grípa í og fylgja leið Kristusar.
Ein annar partur í uppalingini er at gróðurseta andstygd og gudsótta fyri synd í barnahjarta. Tástani læra tey svikaligu kenslur sínar betri at kenna, og duga betri at skilja ímillum tað andaliga og tað kjøtliga. Sostatt gerast útlitini betri fyri hvørt stig á leiðini í tilgongdini hjá foreldrum, at vinna barnahjørtuni fyri Kristus. Endamálið er at børnini í ungum árum verða fødd av nýggjum. At tey geva Kristusi lív sítt.
Barnaviljin:
Tað triðja øki, ið skal røkkast og stýrast er viljin hjá børnunum. Fram um nógv annað her í lívinum, mugu kristin foreldur skúla børn síni til, at akta Gud og verða foreldrum sínum lýðin. 1. Mós 18, 17 ??? 19 vísir týdningin av hesum, at læra hin unga leiðina, ið hann skal ganga. Skrivað stendur:
???Men HARRIN segði: "Skuldi Eg dult fyri Ábrahami tað, ið Eg ætli at gera! Ábraham skal jú verða eitt stórt og mektigt fólk, og øll fólk á jørðini skulu verða signað í honum! Tí Eg havi útvalt hann, fyri at hann skal geva børnum sínum og húsi sínum eftir seg boð um at akta eftir vegi HARRANS og gera rætt og rættvísi, so HARRIN kann lata Ábraham fáa alt tað, ið Hann hevur lovað honum.???
Í hesum samanhanginum vil eg fegin upplýsa, at afturgongdin í foreldramyndugleikanum hjá nærmastu eftirkomarum Ábrahams, er veruliga eina roynd verd at granska. Ábraham og familja Hansara varð merkt av heilagum disiplin. Men Ísaksa familja varð merkt av ósemju. Og Jákupsa familja varð merkt av siðspillu. So skjótt gongur tað gali, tá frelst foreldur gerast lin í andanum.
Sostatt mugu foreldur krevja av børnum sínum virðing, gudsótta og lýdni heilt frá byrjanini. Tí, foreldur hava ábyrgdina av, at standa í stað Guds meðan børnini eru smá. Tað er ein sera náðirík og samstundis ein álvarsom ábyrgd, at hava fingið litið upp í hendur sínar, at ala børnini upp til at gerast lærisveinar Harrans.
Men tey børn, sum aldri læra virðingina fyri foreldramyndugleikanum enda í eini sjálvuppalandi tilgongd, ið skjót kann enda við, at tey standa ímóti, bjóða myndugleikanum av og enntá háða ein hvønn myndugleika. Sostatt mugu vitlæra barnaviljan lýdni og ikki boyggja okkum fyri tí óvitandi barnaviljanum, sum av sínum eintingum og uttan himpr leggur fram sínar óhóskandi grundgevingar.
Barnasamvitskan:
Fjórða øki, ið skal røkkast og stýrast er samvitskan hjá barninum. Samvitskan er stutt og greitt stýriskipan Guds í mannasálini. Hon er íborin vitan um rætt og skeivt, ið er einasti positivi arvur frá syndafallinum. Í sær sjálvum er samvitskan nógv meira ein eggjan enn ein vegleiðing. Samvitskan kann bæði seta treytir og gera fólk tilvitandi um alt møguligt. Hon kann sláa so tað svíður illa í og enntá brennimerkja fólk.
Eitt sum hevur avgerandi týdning í uppalingini er, at foreldur eru tilvitað um funktiónina hjá samvitskuni. At samvitskan altíð er bundin til orð Guds fyri, at virka sum tilætlað. Tí samvitskan er sum eitt takvindeyga, ið loyvir ljósinum at koma inn. Hon má verða fóðra við andaligum dygdum fyri, at orð Guds sleppur framat at virka tað, sum virkast skal í børnum okkara. Tað inniber, at kristin foreldur beinanvegin leggja eitt bíbilskt moralskt grundarlag í barnið fyri, at varpa ljós á universalu fyriskipaninir Guds. At vit vekja í barninum ein brennandi áhuga fyri Gudi um, at halda og elska boð Hansara. Tað er tað allar besta, ið kann henda fyri eitt menniskja, at tað umbroytist og fer frá myrkri til ljós at prísa, tilbiðja og dyrka Harra og frelsara okkara, Jesus Kristus.
Slík guddómlig prinsippir seta treytir til samvitskuna, ið er amboð Heilaga Andans til, at sannføra menniskju um synd, rættvísi og dóm. Minst til, sannføring um syndirnar er ein fortreyt til veruliga umvending.
Orð til endans:
Um foreldur vanrøkja fyrsta partin av orðt. 22, 6, ið sigur: ???Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga!??? Hvussu kunnu vit tá krevja seinna partin av ørindinum, ið sigur: ???So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.??? Tað hevði verið ein stór andsøgn, at hildið tað, tí hesi tingini eru ófrávíkiliga samanhangandi.
Orðt. 22, 6 snýr seg um at varðveita gudgivin prinsippir. At foreldur fremja vilja Guds við børnum okkara í verki. Tað er ikki ein treytaleys trygd fyri, at øll børn, sum verða uppald í kristnum heimum verða frelst. Men eitt fullkomið andaligt útgangsstøði og stavnhald. Elskaðu tit, lat okkum leiða børn okkara til keldu lívsins, ið er Jesus Kristus. Men drekka av kelduni mugu tey sjálvi. Tann sum ikki tekur orðt. 22, 6 fyri fult verður vónsvikin.
Kærar heilsur
Ragnar Ludvig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald