Nógv fleiri ung ynskja at lesa og búgva í Føroyum enn tað gera í dag. Tíverri so er møguleikin at lesa og búgva í Føroyum ikki altíð til staðar hjá teimum, ið ynskja tað. Tað mugu vit broyta um vit ynskja at økja um okkara fólkavøkstur, og fáa tey ungu at trívast her. Tað er tí týdningarmikið, at vit økja um útbúgvingartilboðini í Føroyum so tað gerast fleiri føroysk lesandi. Tað krevur eina íløgu í Fróðskaparsetur Føroya, ið skal skapa ymiskar útbúgvingar til ymiskan ungdóm.
Nógv fleiri enn vit geva okkum far um ynskja at lesa í Føroyum um møguleikin er tilstaðar. Føroya Handilsskúli hevur gjørt eina kanning millum allar miðnámsskúlar í Føroyum, og m.a. spurt tey um, hvar tey ynskja at lesa. Av ungum miðnámsskúlanæmingum eru tað 41,4% av ungum, ið helst høvdu ynskt at lisið í Føroyum. Av hesum er tað meira enn helvtin, ið er sannførd um, at tey høvdu vilja lisið í Føroyum hevði møguleikin verið har. Tað er sera harmiligt, at tað eru so nógv, ið hava eitt ynski um, at gerast lesandi í Føroyum, men kenna seg noydd at flyta uttanlands. Hetta er tí, at útbúgvingartilboðið ikki er nøktandi, og tað má broytast.
Vit skulu seta størri íløgu í Fróðskaparsetur Føroya, ið kann gera útbúgvingarútboðið í Føroyum meiri fjølbroytt. Tað skulu bæði vera granskingar grundaðar útbúgvingar við einum føroyskum samfelagstørvi, fleiri listaligar útbúgvingar til okkara kreativu ungu og yrkisrættaðar útbúgvingar. Um vit ynskja at menna føroyska vinnulívið er tað týdningarmikið, at vit velja at raðfesta gransking og nýskapan í Føroyum. Føroyar skulu bjóða fram maritimar útbúgvingar, ið styrkir okkara høvuðsvinnu, og skapar samstarv við onnur universitet í øðrum londum.
Ein stórur liður, ið at fáa ung at støðast og trívast í Føroyum er, at tey hava eitt stað at búgva, ið er á einum kostnaðarstøðið, ið røkkur til lesandi. Tað er tí, at vit skulu ígongd við at byggja almennar leigu- og lestraríbúðir kring alt landið. Hetta styrkir eisini eitt framtíðar lestrarumhvørvi, ið átti at verið hægri raðfest. Eitt fjølbroytt útbúgvingartilboð saman við einum lestrarumhvørvi við lestraríbúðum styrkir um møguleikan hjá ungum at taka útbúgving í Føroyum.
Eitt sterkt og fjølbroytt Fróðskaparsetur er ein íløga í føroyska samfelagið, vinnuna og føroyska ungdómin. Ein íløga í Fróðskaparsetur Føroyar kann gera ynski hjá mongum ungum til veruleika, ið ger Føroyar ríkari og tryggjar framtíðar Føroyar.
Kristina Clementsen,
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi
Politikkur
Forðið ikki ungum at lesa í Føroyum
...
2015-01-27 14:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald