Politikkur

Førarakort til vinnuliga koyring uttanlands kann nú umbiðast í Føroyum

...

2018-11-29 15:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur, at Samferðslumálaráðið í fleiri ár hevur arbeitt við atfáa eina loysn í lag við donsku myndugleikarnar fyri at gera tað meira ómakaleyst hjá teimum,sum hava brúk fyri einum førarakorti til vinnuliga koyring uttanlands, og er hetta nú endiligakomið upp á pláss. 

Higartil hava føroyskir bilførarir bara kunnað søkt um førarakort við at møta persónliga upp áløgreglustøðini á Høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn, men nú fer at bera til at lata hesaumsókn inn í Føroyum, sum síðani verður send til Keypmannahavnar til víðari viðgerð. 

???Tað er at fegnast um, at málið nú er loyst, og umsókn um førarakort frameftir kann latast inn áeinari løgreglustøð í Føroyum, so tað ikki er neyðugt at brúka arbeiðstíð og pening upp á einflogferðaseðil bara fyri at lata eina umsókn inn???, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður. 

Førarakortið verður brúkt til at skráseta koyri- og hvílitíð talgilt, tá ið koyrt verður uttanlands.Bilførararnir, ið hava brúk fyri førarakortinum, eru bussførarar, lastbila- og trailaraførarar. 

Ein vegleiðing um, hvussu søkt verður um førarakortið verður somuleiðis løgd á Facebooksíðuna hjá Politinum í Føroyum tann 1. desember. 

Avtalan fær gildi frá 1. desember 2018, og frá tí degnum verða umsóknir móttiknar. Roknastkann við eini viðgerðartíð á 3-4 vikur. Førarakortið er galdandi í 5 ár og skal síðan endurnýggjast. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder