Viðurskiftini hjá tí føroysku kriminalforsorgini eru ikki nøktandi, og hava ikki verið tað leingi. Smærri ábøtur eru gjørdar í Mjørkadali, men tær eru ikki nøktandi.
Men nú skal ein nýggj stór avtala gerast um kriminalforsorgina í øllum ríkinum, og í hesum sambandi hava Sjúrður Skaale og Edmund Joensen biðið um at verða partur av allari tilgongdini til tess at tryggja, at tann føroyski parturin av kriminalforsorgini eisini verður lyftur tilsvarandi danska partinum.
Og higartil hevur gingið væl. Í samband við fíggjarlógina 2021 og eftir áheitan frá Edmund Joensen, varð 1,5 mió. kr. settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum. Hendan kanningin er nú liðug, og hósdagin var so, við støðið í kanningini, fundur millum Nick Hækkerup, løgmálaráðharra, og teir báðar fólkatingslimirnir, ið arbeiða saman í hesum týdningarmikla máli. Og teir lata væl at.
???Tað er eingin ivi um, at stjórnin nú opið viðurkennir teir trupulleikar, sum eru. Vit høvdu eitt erligt prát við ráðharran og hansara fólk, har vit løgdu fram teir trupulleikar, sum starvsfólk, fongslaðið og teirra familjur hava av verandi skipan. Alt var á borðinum. Nú er at fáa allar partar at sýna vilja til at finna loysnir ??? og at rinda fyri tær. Og tað er eingin ivi um, hvat tað besta hevði verið ??? nevniliga eitt nýtt fongsul, sum varð bygt til endamálið. Tað er okkara áheitan??? siga fólkatingslimirnir.
Kriminalforsorgin er undir sera stórum trýsti í øllum ríkinum, og tørvur er á nýggjari fígging til bæði bygningar og starvsfólk. Hóast vit eru misnøgd við støðuna í Føroyum, so er støðan eisini sera ring ??? næstan hættislig ??? aðrastaðni. Tí er lítil ivi um, at hóast fleiri pengar verða settir av, tá avtalan verður gjørd í heyst, so fer at verða stríð um, hvar og hvussu teir skulu brúkast.
Tí ræður um at vera við og verða konstruktivur allan vegin ??? bæði hjá avvarandi føroyskum myndugleikum og umboðunum á fólkatingi.
Edmund Joensen og Sjúrður Skaale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald