KVF: Rætturin á Frederiksberg hevur varðhaldsfongslað 34 ára gamla føroyingin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið konu sínu, í fýra vikur, meðan málið verður kannað.
Maðurin kom fyri rættin fyrrapartin. Hann varð avhoyrdur fyri afturlatnum hurðum, men áðrenn dyrnar vórðu latnar aftur, kom fram, at tann skuldsetti nú noktar seg sekan í skuldsetingini um dráp.
Tað var annars maðurin sjálvur, sum í gjár ringdi til løgregluna og boðaði frá, at hann helst hevði dripið konu sína, tað skrivar kvf.fo.
Baldrut hjúnaband
Í gjár segði Hans Erik Raben, leiðari fyri drápsdeildini hjá løgregluni í Keypmannahavn, at málið var rættiliga greitt. 34 ára gamli føroyingurin hevði stungið donsku konu sína fleiri ferðir, og orsøkin var helst eitt baldrut hjúnaband.
Men í dag segði verjin hjá skuldsetta føroyinginum, Malene Wagner, at hann noktaði seg sekan, og bað um at fáa navnaforboð og hurðarnar latnar aftur. Tíðindafólkini mótmæltu, men kravið hjá verjanum varð eftirlíkað, skrivar kvf.fo at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald