Teir føroyingar sum verða valdir á Fólkating næstu ferð, skulu manna nýggjar sessir í skipanini
Formansskapurin hjá Fólkatinginum setti í 2014 niður ein arbeiðsbólk við átta fólkatingslimum at arbeiða við málum viðvíkjandi Arktis. Teir fýra norðuratlantisku fólkatingslimirnir fingu allir sæti í bólkinum. Eftir valið í 2015 bleiv Sjúrður Skaale formaður.
- Vit hava verið virkin øll árini og hava bæði skipað fyri og luttikið í alskyns tiltøkum í altjóða høpi. Men seinastu árini er áhugin fyri Arktis øktur munandi ikki minst orsakað av, at verðurlagsbroytingarnar koma at raka arktiska økið fyrst og meinast. Og gongdin er longu byrjað, sigur Sjúrður Skaale.
- Í hesum døgum eru stórveldini eisini í eini kapprenning um at vera við í tí, sum hendir í Arktis. Hetta sæst ikki minst á stóra kinesiska áhuganum fyri Grønlandi. Harumframt verða lógir og reglur fyri økið smíðaðar. Tí hevur tað alstóran týdning, at Fólkatingið uppraðfestir sítt arbeiði við arktiskum málum og er við til at tryggja, at ríkisfelagsskapsins áhugamál verða raðfest, sigur fólkatingsmaðurin.
Tí var í dag vælmannaður fundur millum fleiri viðkomandi partar um eitt uppskot um, at arbeiðsbólkurin verður umskipaður til eina sjálvstøðuga nevnd við síni egnu játtan á fíggjarætlan Fólkatingsins. Sjúrður Skaale hevur saman við øðrum verið við til at gera uppskotið.
??tlanin er, at arbeiðið við Arktis skal kjølfestast betri í Fólkatinginum, og tí skal nýggja nevndin sambært uppskotinum hava limir úr Uttanlandsnevndini, Verjumálanevndini og sendinevndini til Norðurlandaráðið.
- Norðuratlantisku fólkatingslimirnir verða sjálvsagt valdir í nýggju nevndina.Men tað hevur sera stóran týdning, at hetta arbeiðið verður raðfest á hægsta politiska stigi. Tí fegnist eg um, at vit framyvir fáa eina breiðari manning, sum kennir til altjóða samstarv, og sum kann virka fyri at lyfta arbeiðið á eitt enn hægri støði, sigur Sjúrður Skaale.
Avtalur um hetta eru longu gjørdar við so nógvar partar, at Fólkatingið væntandi longu áðrenn jól fer at samtykkja at seta sendinevndina á stovn. Arktiska nevndin fer so til verka eftir fólkatingsvalið, ið verður í seinasta lagi 17. juni 2019.
Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald