Politikkur

Fólkatingið: Betri marknaðar atgongd hjá vinnuni

...

2015-06-17 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nógv er skrivað og sagt undir hesum valstríði, og trupult er kanska at fáa eitt greitt yvirlit yvir, hvørjar ætlanir eru við fólkatingssessinum. Her er ein samanumtøka av mínum høvuðsraðfestingum, skuldi eg fingið veljarans álit at taka sæti í Fólkatinginum í morgin:

1.Kappingarføra atgongd til marknaðin ??? avtalur, sum taka burtur tollmúrar og tekniskar forðingar.


2. Sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum, sum hava strategiskan, vinnuligan týdning fyri Føroyar. Hetta fyri at skapa fleiri arbeiðspláss og inntøkur til landið.


3. At taka burtur marknaforðingar, sum gera tað trupult at flyta millum Danmark og Føroyar m.a. fyritíðarpensiónistar og atgongd til læknahjálp, heilsuverk og skúlaverk.

Til spurningin um hvønn blokk, vit í Fólkaflokkinum stuðla, skal ongin ivi vera um, at vit stuðla bláum blokki. Tann reyða stjórnin vísti Føroyum baki við at boykotta Føroyar og at strongja danskar havnir fyri føroyskum fiskiskipum.

Til seinasta val manglaðu bert fáar atkvøður í at vinna annan sessin. Vónandi eydnast tað flokkinum at vinna annan sessin hesa ferð.

Gott Fólkatingsval

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til Fólkatingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder