
Hagstovan skrivar:
Fólkatalið var 50.498 tann 1. januar. Tað vaks við 676 fólkum ella 1,4% í 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 465 og burðaravlopi á 211. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum undanfarna hálva árið, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu, Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og Eysturoy, meðan minsti vøksturin er í Suðuroy og lítil minking í Sandoyar sýslu.
Í mun til árið fyri vóru munandi broytingar í 2017 í burðaravlopi og nettoflyting, og tær vendu hvønn sín veg: burðaravlopið minkaði við 85 úr 296 niður í 211, meðan nettotilflytingin vaks við 61 úr 404 upp í 465. At burðaravlopið minkaði meira enn vøksturin í nettotilflytingini gjørdi, at fólkavøksturin í 2017 var 24 minni enn í 2016.
Veksur skjótast í Vágum, í Streymoy uttan høvuðsstaðin og í Eysturoy
Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 2017. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 219 fólkum og næstan líka nógv í Eysturoy við 204 fólkum.
Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 2,5%, í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin við 2,2% og í Eysturoyar sýslu við 1,8%. So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við ávikavist 1,2 og 1,1%. Og síðani aftur eitt lop niður til Suðuroy bert 0,2% og Sandoyar sýslu við eini minking á 0,5%.
Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri góðum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað broyttist nú í fjør, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: í 2017 átti Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum, samanborið við 55% í 2016.
Minkað fráflyting og økt tilflyting skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.141 ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970.
Tó sæst nú, at vøksturin í tilflytingini støðgaði á í 2017, og hon heldur minkaði við 23 fólkum í mun til 2016. Broytingin er tó so lítil, at ilt er at siga, um hetta merkir, at tilflytingin hevur verið í hæddini. Hinvegin minkar fráflytingin framvegis og var 84 fólk færri í 2017 enn í 2016. Hetta gjørdi, at nettotilflytingin vaks við 61 fólkum.
Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri ??? og tí er ein negativ nettofráflyting á yvir 400 vend til eina enn størri positiva nettotilflyting.
Men: burðaravlopið minkaði munandi í 2017
Samanborið við 2016 minkaði burðaravlopið munandi í 2017, úr 296 niður í 211. Vit skulu seks ár aftur til 2011 fyri at finna eitt lægri burðaravlop enn í 2017. Minkingin í burðaravlopinum í 2017 kemur av, at føðitalið minkaði við 19 børnum og deyðatalið vaks við 66 fólkum.
Lutfalsliga minni vøkstur í 3 teim størstu kommununum enn í landinum sum heild
Hóast nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 271 fólkum, ið er 40% av fólkavøkstrinum fyri alt landið, er hetta lutfalsliga minni enn samanlagt fyri alt landið, tí her búgva 42% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnar kommunu.
Nakað líknandi er galdandi fyri næststørstu kommunu, Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið veksur við 61 fólkum, svarandi til 9% av vøkstrinum fyri alt landið, hóast her búgva 10% av øllum fólkatalinum.
Vánaligari er støðan í triðstørstu kommununi, Runavíkar kommunu, har fólkatalið bert vaks við 27, svarandi til 4% av vøkstrinum fyri alt landið, hóast har búgva 8% av fólkinum í landinum.
Tølini fyri tríggjar tær størstu kommunurnar, samanborið við alt landið, eru hesi:
- Alt landið 1,4% ið eru 676 fólk
- Tórshavnar k. 1,3% ið eru 271 fólk
- Klaksvíkar k. 1,2% ið eru 61 fólk
- Runavíkar k. 0,7% ið eru 27 fólk
Tá nú triggjar tær fólkaríkastu kommunurnar hava ein lutfalsliga minni vøkstur enn landsmiðal, so eru tað aðrar av størri kommununum, ið draga vøksturin væl upp um landsmiðal á 1,4%. Tær eru serliga:
- Sjóar k. 5,1% ið eru 50 fólk
- Sørvágs k. 4,3% ið eru 49 fólk
- Sunda k. 2,6% ið eru 44 fólk
- Vestmanna k. 2,5% ið eru 30 fólk
- Nes k. 2,2% ið eru 27 fólk
- Fuglafj.k. 1,5% ið eru 23 fólk
- Vága k. 1,5% ið eru 30 fólk
Eisini í fleiri av smærri kommunum vaks fólkatalið munandi og lutfalsliga meir enn landsmiðal, m.a.:
- Porkeris 6,1% ið eru 18 fólk
- Eiðis 3,7% ið eru 26 fólk
- Skopunar 2,4% ið eru 11 fólk
- Hvannasunds 2,2% ið eru 9 fólk
- Sumbiar 2,0% ið eru 7 fólk.
Hinvegin var størsta minkingin, roknað í tali, í Hvalbiar, Sands, Fugloyar, Hovs, Tvøroyrar, Húsavíkar og Skálavíkar kommunum.
Av oyggjunum er bara minking í Sandoy, Fugloy, Svínoy og Nólsoy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur Suðuroy og ein lítil minking í Sandoy.
Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 4 fólkum, svarandi til 19%. Eisini er vøkstur í Kalsoynni og Mykinesi. Í nøkrum halda tey tørn, sum í Skúvoy, Stóra Dímun og Koltri, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy, Svínoy og Nólsoy. Serliga stór er minkingin í Fugloy við 8 fólkum ella 18%. Men á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.
Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald