JN

Fólkatalið øktist við 540 fólkum

...

2015-03-16 22:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 31. desember 2014 var fólkatalið 48.724, og eru tað 540 fleiri enn við ársbyrjan 1. jan. 2014. Tað kemur av, at í árinum 2014 var eitt burðaravlop á 246 og ein nettoflyting til Føroya á 294 fólk.

Stór broyting er í flytingini millum Føroyar og útlond. I 2014 var ein tilflyting á 1.509 fólk, meðan 1215 fólk fluttu av landinum. Hetta kann samanberast við 2013, har tilflytingin var 1.433 fólk og fráflytingin 1.576.

Í 2014 er tilflytingin er sostatt økt við 76 fólkum og fráflytingin minkað við 361 fólkum.

 

Burðaravlopið - tað er munurin millum fødd og deyð - var 246 í 2014, ið er er eitt sindur minni enn í 2013, tá tað var 262. So tað er broytingin í flytingini, frá eini nettofrályting á 143 fólk í 2013 til eina nettotilflyting á 294 í 2014, sum er atvoldin til tann stóra fólkavøksturin í 2014.
Nettoflytingin er úrslitið av flyting til landið og flyting av landinum. Her er tað serliga minkingin í fráflytingini, sum ger stóru nettotilflytingina.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnarøkinum við 280 fólkum, meðan vøksturin í Eysturoyar sýslu var 214 fólk. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,0%, samanborið við 1,5% í Tórshavnarøkinum
Í Streymoyar sýslu annars vaks fólkatalið við 28 og í Vága sýslu við 26. Í Norðoya sýslu vaks fólkatalið við 9, meðan tað minkaði við 2 í Sandoyar sýslu og við 15 í Suðuroyar sýslu.

Í kommununum var størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 310 fólkum. Eisini í øðrum kommunum var stórur vøkstur í fólkatalinum: Runavíkar kommunu við 70, Eystur kommunu við 67, Vága kommunu við 30, Nes kommunu við 26, Vágs kommunu við 19, Sjóvar kommunu við 16, Vestmanna kommunu við 14, Klaksvíkar kommunu við 14 og Sands kommunu við 11.
Fólkatalið minkaði í nøkrum kommunum, mest í Tvøroyrar kommunu við 21 fólkum.

Um oyggjarnar vaks fólkatalið í Streymoy við 271, Eysturoy við 212, Borðoy við 40, Vágoy við 17, Sandoy við 5 og Kunoy við 5. Fólkatalið vaks við einum í Kalsoy og Nólsoy og eisini í Stóra Dímun, har nú búgva 10 fólk. Í Fugloy, Svínoy og Hestoy minkaði fólkatalið við einum og tveimum, í Viðoy við 8 og í Suðuroy við 10 fólkum.

Íbúgvatølini eru dagførd og útgreinað í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder