Vinna

Fólkatalið kvinkast uppeftir á Tvøroyri

...

2019-01-24 21:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tvøroyrar Kommuna skrivar:

Eftir at gongdin í fólkatalinum á Tvøroyri tíverri hevur verið negativ eina tíð, so er at gleðast um, at vend spakuliga tykist at vera komin í. Tølini lúgva ikki og tað er eisini tann ábendingin starvsfólkini í fólkayvirlitinum hjá kommununi hava havt, at fleiri flyta til kommununa.
Sambært tølunum hjá landsfólkayvirlitinum búgva í dag 1721 fólk í Tvøroyrar kommunu og er tað 8 fólk fleiri enn fyri júst einum ári síðan. Hyggja vit nærriat tølunum, so er sera positivt at síggja, at fleiri flyta til enn frá kommununi. Minni positivt er gongdin í muninum millum fødd og deyð, ið tíverri er negativur við 3.
Í Porkeri hava tey eisini upplivað ein munandi fólkavøkstur seinasta árið. Minni fólkavøkstur er eisini í Hovi og Sumba, fólkatalið stendur í stað í Fámjin, meðan fólkatalið í Hvalba og serliga í Vági er minkað.

Tølini fyri Suðuroynna síggja annars soleiðis út(fyrra talið er fyri 24. Januar 2018 og tað seinna 24. Januar 2019):
Tvøroyri 1713/1721
Porkeri 312/320
Hov 99/102
Sumba 361/362
Fámjin 79/79
Hvalba 680/674
Vágur 1368/1350

Vit kunnu ikki annað enn fegnast um at fólkatalið veksur, hóast vøksturin enn ikki er eins stórur og miðalvøksturin í landinum. Í fjørð summar lat nýggja, stásiliga Varðin Pelagic upp aftur og hevur hetta skapt fleiri nýggj, trygg arbeiðspláss í kommununi. Í miðbýnum hevur kommunan sett skjøtil á at gera eitt spælipláss til børnini og fer hetta uttan iva at betra um trivnaðin í býnum. Innan seinasta árið er eisini nýggj kafé er eisini latin upp í Glasstovuni, handilin Esla er latin upp og hevur júst víðkað um virksemið, Mangt og Hvat er komið í miðbýin, Blái Krossur hevur latið upp endurnýtsluhandil í miðbýnum og Bónus er latið upp í nýggjum, nýmótans hami. Á savnsøkinum er Tvøroyrar Skjalasavn júst stovnað og heldur til í gamla Ísvirkinum á havnarlagnum.
Í Trongisvági er ferð komin á byggingina av nýggjum barnagarði og fer hann at nøkta allan tørvin, ið er á barnaansing í kommununi, tá hann letur upp ??? væntandi beint eftir ársskiftið.
Her eru sera nógv, positiv ting hend og framd í kommununi seinasta árið og er tað okkara vón, at hesi, saman við nógvum spennandi framtíðarætlanum hjá bæði kommununi og vinnuni, hava sátt spíran til framhaldandi trivnað og fólkavøkstur í Tvøroyrar Kommunu.

Mynd hjá Tvøroyrar KommunaMynd hjá Tvøroyrar Kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder