Fólkatalið í Føroyum er nú komið upp um 49 túsund. Eftir nýggjastu uppgerðini fyri 1. august 2015 er fólkatalið 49.179 fólk. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august 2014 til 1. august 2015 var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Hetta gevur ein fólkavøkstur á 539.
Hetta er fyrstu ferð, at vit eru komin upp um 49 túsund fólk í Føroyum.
Spurningurin er nú, um fólkatalið eisini fer at verða oman fyri 49 túsund, tá tølini fyri august verða gjørd upp. Tí júst august er tann avgerandi mánaðurin, tá tað stóra talið av ungdómi fer av landinum í lestrarørindum. Tá plagar fólkatalið at minka munandi. Men um so verður, at august 2015 verður áleið sum í 2014, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49 tús., eisini tá tann stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum. Tí í fjør minkaði fólkatalið í august ???bert??? við 169. So eitt fólkatal á 49.179 tann 1. august í ár skuldi kunna klára at hildið sær um tey 49 tús. ella eitt vet omanfyri tað, eisini tá august mánaður er farin afturum.
Sum sæst á myndini hevur verið ein sera misjøvn gongd í fólkatalinum síðstu tríati árini. Eftir ein brattan fólkavøkstur í áratíggir kemur skrædlið í føroyska búskapinum síðst í 80-árunum við húsagangi og víðfevndum arbeiðsloysi. Ein avleiðingin er ein hópfráflyting av landinum. Frá august 1989, tá fólkatalið er tað mesta, júst um 48 túsund fólk, minkar tað við 5 túsund fólkum, heilt niður móti 43 túsund í oktober 1995. Tá vendir aftur til ein javnan fólkavøkstur, men ikki fyrr enn 8 ár seinni, á sumri 2003, er fólkatalið aftur komið upp á 48 túsund. Síðani hevur í 12 ár aftur verið ein sera ójøvn gongd, har fólkatalið hevur sveiggjað oman fyri 48 túsund, og er nú umsíðir komið upp um 49. túsund.
Niðanfyri er talvur við nýggjastu íbúgvatølunum fyri høvuðsøkini, kommunurnar og oyggjarnar.
Dagførdu íbúgvatølini eru at finna íhagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald